Greta Jiménez verjir ph.d. á DPU

Fríggjadagin 8. september fer Greta Jiménez at verja ph.d.-ritgerð sína á DPU. Verjan er klokkan 13 danska tíð.

(Kelda: Granskingarráðið / Gransking.fo)

Ritgerðin kallast: "At ”reika” i den færøske daginstitution: En de-kolonial undersøgelse af trivsel i daginstitutionspolitik og praksis i rigsfællesskabet."

 

Granskingarráðið, Tórshavnar Kommuna og Føroya Pedagogfelag hava stuðlað verkætlanini.

 

John Benedicto Krejsler, professari á DPU hevur verið høvuðsvegleiðari. Mie Plotnikof og Eva Gulløv hava verið hjávegleiðarar.

 

Í metingarnevndini eru:

Bosse Bergstedt, professari á Institutt for Pedagogikk, IKT og Læring, Høgskolen i Østfold

Firouz Gaini, professari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum

Dorthe Staunæs, professari á DPU, Aarhus Universitet, forkvinna

 

Karen Valentin, lektari á DPU, Aarhus Universitet, leiðir verjuna.

 

Verjan verður á DPU - Danmarks institut for Pædagogik og Uddannelse, Aarhus Universitet, Tuborgvej 164, 2400 København NV, bygning D (7220), lokale: D169.

 

Tilmelding krevst fyri at lurta eftir verjuni, tað kann gerast her.

 

Á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum ber til at lesa danskan samandrátt av ritgerðini.

 

(Kelda: Granskingarráðið / Gransking.fo)