Grikski landsliðsvenjarin, Sergio Markarian, ið stóð á odda fyri liðnum tá teir taptu 2-1 móti Føroyum, hevur givið skarvin yvir.
Grikski landsliðsvenjarin, Sergio Markarin, hevur sagt seg úr starvið, og biður um umbering fyri vánaligu úrslitini í síni tíð sum landsliðsvenjarin.
Hann er seinni landsliðsvenjarin hjá Grikkaland, ið hevur sagt seg úr starvi aftaná at hava tapt móti Føroyum. Fyrst segði Claudio Ranieri seg úr starvið aftaná at Grikkaland tapti 1-0 móti Føroyum í heimavølli, og nú hevur so hansara avloysari eisini tikið avleiðingarnar av tapinum móti Føroyum, umframt javnleikinum móti Ungarn.
Sergio Markarian boðaði frá síni avgerð fyrr í dag.
- Eg kom til Grikkalands tá landsliðið var í eini svárari tíð og tók á meg eitt torført arbeiði, skrivar fyrrverandi venjarin í tíðindaskrivi.
- Eg gav alt tað, ið eg hevði í mær frá fyrsta degi av, og arbeiddi langar dagar við stórum alski til arbeiði.
- Eg biði griksku fjeppararnar um umbering fyri, at úrslitini í okkara dystum ikki vóru eins góð, ið vit høvdu vónað. Eg havi tikið tí torføru avgerð, at enda mítt samstarv við liðnum.
Sergio Markarian tók við starvinum fyri fimm mánaðum síðani, tá Ranieri legði frá sær.