Fyri løtu síðani fekk Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum, eina fráboðan um, at ein grind varð funnin á Árnafirði.
- Men vit gera einki við hana. So leingi sum tilmælini hjá myndugleikunum eru, sum tey nú einaferð eru, so virða vit tey, so grindin fær frið, sigur Karl Johansen.
Hann greiðir frá, at tað vóru fólk á landi, ið boðaðu frá grindini, sum lá innalaga á Árnafirði.
- Talan var ikki um nakra stóra grind, kanska eini 50 hval, og eg veit ikki heilt, hvat teir gera við hana, men hon verður so ikki hildin til, sigur Karl Johansen.