Grindaboð í Vági

Fyri løtu síðani kom ferð á, og grindin hevur nú kós inn á Vág,

Grind útfyri Víkabyrgi

Fyrr í kvøld fann ein bátur eina grind útfyri Víkarbyrgi.

 

Sum skilst er ikki talan um stóra grind. Nakrir springarar vóru ímillum, men mett verður í løtuni, at teir eru slopnir.

 

Nakrir bátar hava í kvøld roynt at fingið rakstur á grindina, men heldur striltið hevur gingist.

 

Men fyri løtu síðani kom ferð á, og grindin hevur nú kós inn á Vág, og sum nú sær út, so fer at eydnast at reka hana inn á Vág, áðrenn skýming.

 

Grind útfyri Víkabyrgi