Grindamenn hildu tøgn í ein minutt

Á aðalfundinum í gjár,, mintust grindamenn Dorethu Bloch, granskara og doktara í grind

 

Dorethe Bloch hevur havt stóran týdning fyri meg. Og hon hevur havt stóran týdning fyri nógv, sum hava lisið lívfrøði á Fróðskaparsetrinum.

 

Tað segði Maria Dam, granskari á Umhvørvisstovuni, á aðalfundinum hjá Grindamannafelagnum, leygardagin.

 

Á aðalfundinum mintist grindamenn Dorethu Bloch við at reisa seg og halda tøgn í ein minutt.

 

Og í tí sambandi greiddi Maria Dam frá, at Dorethe Bloch, sum er dani, kom til Føroya í sjeytiárunum her treivst hon so væl, at her varð hon verðandi.

 

Hon var eisini doktari í grind og skrivaði doktararitgerð sína í nítiárunum.

Sjálv kom Maria Dam til Føroya í nítiárunum.

- Dorethe tók meg at sær beinanvegin og síðani hevur havt stóran týdning fyri meg, sigur Maria Dam, sum sjálv hevur lagt nógv arbeiði í at kanna dálkingarevni í grind.

 

Tá ið Dorethe Bloch doyði 28. februar í, var tað eftir drúgva sjúkralegu. Stutt fyri, at tað varð greitt, at hon hevði fingið herviliga sjúku at dragast við, fekk hon tann heiður at fáa miðlaheiðurslønina fyri sítt framúr hegni at miðla gransking og vísindaligt tilfar til vanlig fólk.

 

Maria Dam segði, at umframt at hava stóran áhuga fyri grind, hevði Dorethe Bloch eisini stóran áhugafyri øllum øðrum djórum, og hon hevur granskað bæði haru, fugl og skorðdýr.

 

Harumframt hevur hon undirvíst nógv í lívfrøði á setrinum og hevur sostatt lært nógvar lívfrøðingar.

 

- Nakað áðrenn hon doyði, hevði hon tað gott og ta ta tíðina høvdu vit nógv hugnaligt, fakligt prát, segði Maria Dam.

 

Síðstu ferð, eg tosaði við hana var eftir ein grindafund á Eysturskúlanum, har hon var forvitin eftir at frætta, hvussu tað skeiði gekk, og hvat nýggja grindareglugerðin ber í sær, segði Maria Dam.