Grindin, ið var funnin fyrr í dag, er nú komin inn á Hvannasund, sunnanvert.
Karl Johansen, sýslumaður, sigur, at grindin fór í tvíningar í Svínoyarfirði. Tann bólkurin, ið er komin inn nú, er tann fyrri. Teir fara at royna at samla bólkin aftur áðrenn tey reka hana inn.
Karl Johansen sigur víðari, at tað verða bert latið drápspartar til teirra, ið búgva í økinum kring Hvannasund. Tað, ið eftir er, tá drápspartar eru latnir, fer til Eysturoynna.