Nú er liðugt at merkja grindina í Hvalba, og tað bleiv til 136 hval. Teir verða skiftir í 4.563 heimapartar, og tað bleiv til 776 skinn.
Seðlarnir verða koyrdir út til kommunurnar í oynni, soleiðis at kommunarnar sjálvar kunnu heinta sínar hvalir, og so lata kommunurnar seðlarnar út í sínum egna øki. Bátsformenninir skulu venda sær til sína kommunu og fáa seðlarnar.
Hetta verður gjørt fyri at sleppa undan at samla for nógv fólk, sigur Jaspur Vang, sýslumaður.
Hann heitir annars eisini á fólk um at taka grindina væl upp, soleiðis at alt verður fingið væl til høldar.
Grindin bleiv funnin í morgun áðrenn klokkan 7, og klokkan 9:15 legði hon beinini í Nesi. Eitt korter seinni vóru hvalirnir avlívaðir, og drápið gekk væl. Síðani blivu teir sleipaðir á kaiina í Hvalba.