Seðlarnir til grindina, sum legði beinini í Hvannasundi seinnapartin, koma ikki út fyrr enn eftir semifinaluna í EM millum Wales og Portugal, sigur Karl Johansen, sýslumaður, við Kringvarp Føroya.
Hann sigur, at tá tað gjørdist greitt, at teir ikki náddu at fáa seðlarnar út áðrenn dystin, var avgjørt at bíða, til eftir dysturin er liðugur. Karl Johansen segði við KVF, at hann óttaðist, at hann annars fór at standa einsamallur á bryggjuni við fullari hond av seðlum, tí øll tey, ið annars plaga at skera upp, sótu heima og hugdu eftir fótbólti.
Karl Johansen segði eisini við KVF, at tilsamans var talan um 43 hval, sum vóru býttir í 242 skinn, og at grindin einans verður býtt í drápspartar.
Grindin var sædd fyrrapartin út fyri Eiði í Svínoy og síðani rikin inn á Hvannasund. Tað vóru fólk á landi, ið sóu grindina. Hans Jørgen Nysted, grindaformaður í Hvannasundi segði fyrr í dag við in.fo, at drápið gekk væl og tók um ein hálvan tíma.