25 ára gomul skuldsett fyri at hava stungið í Tasiilaq

Kvinnan, sum varð stundin, doyði, og kvinnan, sum stakk, kemur fyri í grundlógaravhoyri í Sermersooq Kredsret einaferð í dag

Ein 55 ára gomul kvinna er staðfest deyð á sjúkrahúsi, eftir at hon varð stungin við knívi í grønlendska býnum, Tasiilaq.

 

Grønlands Politi sigur í tíðindaskrivi, sum eitt nú Ritzau endurgevur, at tey fingu eina fráboðan um hendingina seint á kvøldi.

 

Nakrar minuttir eftir fráboðanina, varð ein 25 ára gomul kvinna, sum er undir illgruna fyri illgerðina, handtikin, sigur løgreglan.

 

55 ára gamla varð flutt á sjúkrahús, men tað eydnaðist ikki læknunum at bjarga lívi hennara.

 

Hin 25 ára gamla, sum løgreglan hevur handtikið, kemur fyri í grundlógaravhoyri í Sermersooq Kredsret einaferð í dag. 

 

Hvussu sjálv skuldsetingin ljóðar, er ikki greitt, og Grønlands Politi vil ikki siga meira um málið, nú neyvari kanningar skulu gerast.