Sjóverjuskipið Ejnar Mikkelsen hevur siglt norður eftir og hjálpir til við leitingini eftir tí 64 ára gamla, sum fór til útróðrar úr Manitsoq gjáramorgunin.

Grønland: Leita eftir einsamøllum manni í jollu

Maðurin fór í jolluna hósmorgunin, og nú tíðin er vorðin so long, eru tey avvarðandi órógvað.

Sjóverjuskipið Ejnar Mikkelsen hevur siglt norður eftir og hjálpir til við leitingini eftir tí 64 ára gamla, sum fór til útróðrar úr Manitsoq gjáramorgunin.

Í dag eftirlýsir Grønlands Politi ein 64 ára gamlan mann, sum ikki er komin aftur til lands í Manitsoq, haðani hann loysti í jollu síni hósmorgunin, tá hann fór til útróðrar.

 

Løgreglan sigur, at talan er um eina hvíta jollu við Suzuki-viðfestimotori. Maðurin fór einsamallur avstað, og nú eru tey avvarðandi órórógvað, tí maðurin er ikki komin aftur.

 

Grønlands Politi hevur sett leiting í verk, sum Arktisk Kommando samskipar, og her er eitt nú sjóverjuskipið Ejnar Mikkelsen við, eins og fleiri lokalir bátar eisini eru við í leitingini. 

 

Ein tyrla hjá Air Greenland av merkinum EC225 luttekur eisini í leitingini, men tyrlan hevur verið tarnað av mjørka í økinum.

 

- Aasiaat Radio hevur heitt á skip og bátar í økinum um at hava eyguni við jolluni, og sama áheitan er eisini farin frá Grønlands Politi til íbúgvarnar í Manitsoq, veit Sermitsiaq at siga.

 

 

 

Sjóverjuskipið Ejnar Mikkelsen hevur siglt norður eftir og hjálpir til við leitingini eftir tí 64 ára gamla, sum fór til útróðrar úr Manitsoq gjáramorgunin.