Grønlandsferð hjá ungdómi úr Dansifelagnum í Havn

Í summar fóru føroyskur ungdómur vestur um hav til Grønlands at dansa.

Jan Kløvestad, stjóri í nýggju mentunarhúsini í Nuuk, Katuaq, skipaði fyri »Arktisk Folkedanserfestival, Nuuk 1997« og bjóðaði okkum at vera við.

Norðurlandahúsið í Havn v/ Petur T. , stjóri gav okkum ferðina, og Dansifelagið í Havn legði okkum lag á og hjálpti okkum við teimum seinastu fíggjarligu snøklunum.

Eg eri staddur í Katuaq, nýggja stásiliga mentunarhúsinum í Nuuk, hendan sólríka mánadag í juli mánað í ár.

Úr einum høli ljóðar violintónleikur og løtt dansitrin. Úr einum øðrum ljóðar tað taktfasta trampuljóðið íblandað sleipiljóð frá inuit-monnum og -kvinnum.

Vendi mær við! Og har ljóðar róp á inuitmáli íblandað Canadiskt, saman við joiki frá samiskum smágentum.

Og mín sann ?


»Ríða teir út av Fraklandi,

við dýrum drósi ?«


Føroyskur ungdómur í Nuuk?


Forsøgan

Hetta krevur sína forkláring. Men so mugu vit fara ár aftur í tíðina.

Nú í nógv ár hevur Dansifelagið í Havn saman við Norðurlandahúsinum skipað fyri barnadansi. Og nógv børn hava har ? saman við foreldrum teirra ? traðka síni fyrstu stev og givið seg inn í eina spennandi, ævintýrkenda verð við kempum, risum, sprundum ? stutt sagt kvæðaverðin.

Hjá øllum er gróðursett eitt lítið korn av okkara elligamla siðaarvi.

Nógv halda seg tó burtur frá dansinum eina tíð í ungdómsárunum.

Vónin er sjálvandi, at tað, sum einaferð er lagt í barnið, fer at vaksa og blóma, tá ið tað veksur til og kemur til mans. Og at tá ið útbúgving, børn og hús er komin undir land. Ja, tá fara vit at síggja tey aftur í føroyskum dansi.

At spíran kann spretta longu í ungdómsárunum sæst í dag nógva staðni í landinum ? tað hoyrdu vit eisini í Nuuk.

Tað eru tær báðar, Sonja Danielsen og Tórhild Justinussen, sum hava staðið fyri barnadansinum hjá Dansifelagnum og Norðurlandahúsinum nú í nógv ár. Ja, ein kann væl siga, at Sonja og Tórhild eru vorðin ímyndin av barnadansinum her í høvuðsstaðnum.


Innbjóðingin

Um jóltíðir kom so Petur Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum, til Sonju og málbar seg nakað soleiðis, at barnadansurin átti at fingið eina jólagávu!

Jú, hann hevði tosað við Jan Kløvstad, fyrrverandi stjóra í Norðurlandahúsinum og núverandi í Katuaq, nýggja mentunarhúsinum í Nuuk.

Jan ætlaði at skipa fyri eini dansistevnu fyri ung, har tey ungu komu úr øllum ættum runt Norðurpólin ? úr Alaska í ein vestan til Sámaland í eysturi.

Grønland liggur við eitt vegamót millum ta norrønu mentanina og inuit-mentanina.

Og at fáa tað at renna saman millum ungfólk úr báðum hesum umráðnum helt Jan vera eitt gott tiltak at fáa á føtur sum eitt tað fyrsta í nýggju mentunarhúsinum.

Katuaq var vígt í februar mánað í ár, og í tí sambandi var Turtschaninoff og vitjaði.

Við sær heimaftur hevði stjórin í Norðurlandahúsinum eina innbjóðing til barnadansin og Dansifelagið í Havn um at skipa eitt lið av ungum millum 16 og 19 ár at senda til Grønlands. Tey skuldu vísa fram føroyskan dans og luttaka í teimum tiltøkum, sum hoyra upp í eitt sovorðið tiltak.

Nú er barnadansurin bara fyri børn til 7.flokk t.v.s. um 14 ára aldur, so Sonja fór at seta seg í samband við tey, sum stutt síðan vóru farin úr barnadansinum ? og serliga tey, sum vóru von at skipa.

Og tað var skjótt, at eitt lið av eldhugaðum ungum var samlað úti í Hornahúsunum, har Dansifelagið heldur til.

Tað mátti sannast, at tað gróðursetta hevði spírað og vaksið væl ? og tað vaks meira alt várið.

Vit møttust umleið eina ferð um vikuna at venja, og lutur Havnar Dansifelags lá ikki eftir. Serliga móti sumri vóru fleiri av teimum vandu kvøðarunum úr felagnum við at leggja teimum ungu lag á. Góð í ráðum ? tað er vist.


Ferðin

Og endiliga ? miðskeiðis í juli mánað ? fóru vit so avstað: 16 ung, 1 ungdómsleiðari (Dánial) og vit trý gomlu, Sonja, Tórhild og Kurt.

Leiðin gekk fyrst við Atlantsflog til Keypmannahavnar, har vit fingu innivist á Vesterbro Ungdomsgaard, sum á sumri er innrættaður til vallaraheim.

Tað bleiv eitt minniligt kvøld í Tivoli!

Og morgunin eftir stóðu vit so í Kastrup. Tað var ein hurlivasi at tjekka inn! Men tað lukkaðist at vera betíðs hjá øllum. Og so av stað. Næstan sama farleið sum dagin fyri, bara hin vegin. Um Føroyar og Ísland ? og dúgliga varð hugt, tá ið teir fyrstu nunnatakkarnir dagaðu fram úr ísinum: Grønland!

Men Grønland er eitt stórt land, so tað gekk ein góð løta, áðrenn vit lendu í Kangerlussuaq, sum er fyrrverandi amerikanskt hernaðarpláss. Og tað sæst enn. Bussarnir vóru sum tiknir úr einum fimtiára Hollywoodfilmi úr Mexico, sum ein av teimum ungu orðbar seg.

Veðrið var ikki av tí besta, líktist meira tí føroyska enn nakað annað. Sóu helvtina av »Køkkenfjeldet« aftanfyri. Men lagið var gott, sjálvt um bíðast skuldi í 3 tímar, áðrenn flogfarið fór til Nuuk.


Nuuk

Komin til Nuuk stóðu Jan Kløvstad og Bendo, sjónleikari og fyriskipari, fyri okkum á flogvøllinum.

Og tað var við andakt, at tú traðkaði á nakað av tí elsta, sum er til á okkara klótu. Kletturin er 3 milliardir ára gamalt grót!

Vit vóru flutt til Samuel Kleinschmidt-skúlan, har vit fingu innivist í fimleikahøllini.

Vit vóru bara tann størra helvtin av liðnum komin til Nuuk ? hin helvtin sat eftir í Kangerlussuaq. Tey komu so morgunin eftir ? og við teimum: tað góða veðrið!

Hetta góðveðrið varð liggjandi, meðan vit vóru har yviri.

Og tá líktist Grønland tí Grønlandi, tú hevði eina mynd av í tínum huga. Sól, grót, grønt í fullum blóma.

Vit vóru ikki einsamøll á skúlanum. Liðið frá Qaqortoq (Julianehåb) sunnast í Grønlandi hevði tá longu verið í Nuuk fleiri dagar. Tey vóru noydd at koma so tíðliga, tí pláss var ikki í flogfarinum seinni. Bygdirnar í Norðurgrønlandi máttu rætt og slætt geva avboð, tí tað bar teimum ikki til at koma, orsakað av tí nógvu drúgvu og dýru ferðingini. So innanlendis samferðslan í Grønland er skilliga ikki nøktandi.

Fyrsti spurningurin til okkara var annars : »Hvar er tykkara spælimaður?« Og so máttu vit royna at greiða frá, at okkara dansur ikki bara var dansur, men ein frásøguháttur. Tey vóru spent at síggja okkara dans ? og tað var skjótt at taka saman.

Tá ið allir luttakararnir vóru komnir vegin fram, vóru vit tilsamans 150 fólk úr Iqaluit í Canada, Ilulissat, Qaqortoq og Nanortalik (og Nuuk) í Grønlandi, samar úr Karasjok í Samalandi og tromsoyingar úr Norðurnoregi ? og so vit úr Føroyum ? øll í sama skúla. Tromsoyingarnir og vit búðu saman í fimleikahøllini, og har rann skjótt saman.

Tað varð samtykt, at náttarfriður skuldi valda frá miðnátt og úteftir, men ikki altíð var tað yvirhildið.

Vit kunnu siga, at samveruparturin millum tey ungu lukkaðist væl. Hetta var eisini eitt av aðalmálinum hjá Jan Kløvstad við hesi dansistevnu.


Framsýningarnar

Leygarkvøldið vóru øll komin, og fyrsta tiltakið var í Katuaq, »Get-together« ella »Vita-av-hvørjum-øðrum«-tiltakið. Øll sýndu eitt petti fram av sínum og søgdu frá, hvaðani tey vóru, eitt sindur um teirra dans og tílíkt.

Tað var nú ikki so bráðneyðugt. Tað, at vit búðu so tætt, gjørdi, at vit væl vistu av hvørjum øðrum. Men sum eitt slag av royndarframsýning var tað góð venjing. Seinni blivu vit heilt professionell!

Sunnudagin var so matíné fyri almenninginum. Tað var ikki frítt, at okkurt ungfólk hevði eitt sindur av summarfuglum; men tað gekk bara væl. Bæði dansilag og kvøðing hjá hesum ungu var av tí allarfagrasta.

Síðani varð dansað fyri teimum gomlu á Ellisheiminum og í góðveðrinum á gongugøtini. Væl dámdu myndafólkunum, tá ið stjórin í Katuaq saman við føroyingum í føroyskum klæðum bóru pallin aftur í húsið.

Vit møttu fleiri føroyingum í Nuuk og fleiri lovaðu at koma til gallaframsýningina, sum varð miku- og hóskvøldið.

Sum summi vita, royna norðmenn at læra seg føroyskan dans, stordans, tey kalla. Og tað royndu luttakararnir úr Tromsø á hesi stevnuni eisini. Tað varð ein ásannan frá teirra síðu, at føroyskur dansur er meira enn dansur, tá ið tey bóðu okkum ? saman við teimum ? at enda teirra part av gallakvøldinum. Vit kvóðu Sinclair?s vísu saman, og síðani bjóðaðu vit áskoðarunum upp í Ormin Langa!


Vit á pallin

Okkara framførsla gekk avbera væl. Skýmligt á pallinum. Vit koma spakuliga inn báðu megin frá. Nøkur fá taka saman og byrja at kvøða Runtsivalsstríðið. Hini líka sum steðga á ? Føroyskur dansur? Skulu vit fara uppí ? So líðandi mennist ringurin, meðan ljósið gerst alt bjartari ? og eftir eini lítlari løtu eru vit øll við, og framsýningin kan byrja!

Skráin var sett saman av kvøðing og dansispølum. Vit byrjaðu við Runtsivalsstríðnum og sandoyardansi. Síðani partur av Guðbrandskvæðnum og so gamla keta. Nakað av Grindavísuni kom so áðrenn bandadansurin og at ríða ediling vóru á skránni. Endurbresturin var Ormurin Langi. Tilsamans hálvan tíma hugtóku hesir føroysku ungdómar áskoðarnar ? tað hoyrdist á lógvabrestunum aftaná!


Verkskeið

Umframt framsýningarnar luttóku vit eisini í 4 sokallaðum »workshop?s, har vit vóru saman við øllum teimum grønlendsku liðunum hvørt sær umframt eina ferð saman við smágentum úr Sámaland.

Workshopparnir vóru kanska í so stuttir til, at vit fingu lært teirra dans, og føroyskur dansur er ikki serliga vælegnaður hjá útlendingum, sum ikki skilja innihald og mál.

Men vit høvdu tað stuttligt saman og fingu gott samband við teir ymsu leiðararnar.


Út í náttúruna

Tann dagurin, sum kanska allarbest situr eftir í minninum frá hesum framúrskarandi túri, var týsdagurin. Hann var lagdur av til hagatúr ? ella »fjeldtur?, sum tað var rópt í skránni.

Dagurin var ríkaður við brennandi sól og mýggjabitum.

Myndin talar fyri seg. Her var dansað og sungið. Tikið varð saman í rundkoyringini longu á veg út úr býnum. Gomul grønlendsk styrkisbrøgd vóru roynd. Og berjalyngur samlaður at gera bál burturúr. Her gjørdu tær grønlendsku konurnar kópasúpan og kókað kópakjøt og livur. Væl smakkaði!

Afturkomin vóru vit interviewað í »Radio Uptown?, sum í veruleikanum liggur downtown í Nuuk!

Meðan vit vóru haryviri, vóru vit eisini í tí grønlendska sjónvarpinum og í teimum grønlendsku bløðunum. Sjálvt Útvarp Føroya hevði eitt prát við Dánial og Sonju í morgunsendingini.

So vit kunnu siga, at PR-parturin lá ikki eftir.

Farvæl

Fríggjakvøld var so farvælsamkoma í Katuaq, har gávur og heilsur vóru bornar, serliga til Jan og Bendo. Bendo var tó ikki komin vegin fram, og vit undraðust á tað. Hon, sum hevði verið um okkum tíðliga og síðla líka síðan vit settu fótin á jørð í Nuuk??

Og so ? alt í einum ? komu tveir roysningar inn millum áskoðarnar ? og sum teir gjørdu um seg. Her var hvín og róp ? og fólk hevði hug at rýma undan! Tá var tað Bendo og ein vinkona innan grønlendska sjónleikalist. Framúr leiklist.

Hetta var ein góður endi ? og tað var ikki nógv sovið ta seinastu náttina!

Tað er altíð við sorgblídni, tú fert avstað.

Nógv nýggj vinabond vóru knýtt og skulu nú standa sina roynd.

Men tá ið vit sótu í brennandi sól uttan fyri bíðihøllini í Kangerlussuaq vóru fólk bara móð ? og glað. Glað um, at tað hevði gingist so avbera væl. Nú var bara túrurin eftir til Danmarkar ? og so heim at halda Ólavssøku.

Alt gekk upp á stás ? og vit fingu høvi at dansa meira, tá ið vit komu til Keypmannahavnar. Føroyingafelagið niðri helt Ólavssøka í húsinum á Vesterbro ? beint við ungdómsgarðin, har vit búðu. Og vit vóru ikki sein.

Vit vóru aftur heima sunnudagin ? akkurát til Ólavssøkuhaldið.


Ung undir 20 ókeypis

Nú er so dansitíðin fyri framman, og vit í Dansifelagnum í Havn gleða okkum til at síggja nógv ungfólk í dansinum í vetur.

Kanska skuldu vit mint á, at nevndin hevur viðtikið, at ungfólk undir 20 ár ella undir útbúgving skulu kunna gerast fullgyldugir limir uttan at gjalda limagjald í felagnum.


Barnadansurin eisini

Og nú er so barnadansurin í Norðurlandahúsinum eisini byrjaður aftur. Hvørt fríggjakvøld klokkan átta møtast børn og foreldur at leggja lunnar undir og at gleðast við dansin.

Vónandi fær hann aftur í ár góða undirtøku. Og tit foreldur, komið við!