info
Ongi úrslit

Grønlendingar og danir fáa sama rætt í Føroyum sum vit

Tað er ólógligt at gera mun á føroyingum, grønlendingum og dønum, sigur samgongan

Áki Bertholdsen
1. desember 2021 kl. 10:50

Danir og grønlendingar skulu hava sama rætt at keypa sær hús og jørð í Føroyum, sum føroyingar hava. Tað heldur samgongan.

Løgtingið viðger eitt uppskot frá løgmanni um at avmarka møguleikarnar hjá útlendingum at keypa sær fasta ogn í Føroyum. Nú hevur málið verið til viðgerar í Rættarnevndini hjá Løgtinginum og har taka umboðini fyri samgonguna undir við tí.

Meirilutin í Rættarnevndini, sum eru Christian Andreasen, Frimodt Rasmussen, Helgi Abrahamsen og Steffan Klein Poulsen halda, at tað er tørvur á reglum fyri, nær útlendingar kunnu útvega sær fasta ogn í Føroyum – serliga tí Føroyar eru so lítlar.

Tey hava eisini fingið at vita frá meklarum, at enn er tað ikki ein trupulleiki, at útlendingar keypa hús og jørð í Føroyum, men at áhugin er veksandi. Føroyar eru við at gerast eitt kent ferðavinnumál, og Føroyar fáa eisini í aðrar mátar rættuliga nógva umrøðu í útheiminum, so eisini av hesum orsøkum kann áhugin hjá útlendingum at keypa fasta ogn í Føroyum gerast størri enn higartil, siga umboðini fyri samgonguna.

Men tey siga eisini, at eftir galdandi reglum ber ikki til at gera mun á føroyingum og øðrum donskum ríkisborgarum.

Eftir uppskotinum hjá løgmanni skuldu fólk havt búð í Føroyum í minst fimm ár í lívinum fyri at kunna keypa fasta ogn her. Men umboðini fyri samgonguna í Rættarnevndini vilja hava Løgtingið at gera treytirnar linari. Tey siga nevniliga, at eisini tey, sum hava búð í Grønlandi, ella í Danmark í tilsamans fimm ár av teirra lívi, kunnu keypa hús og jørð í Føroyum. Men treytin er kortini, at tey eru danskir ríkisborgarar.

Treytirnar fyri at kunna keypa fastogn í Føroyum ,uttan loyvi frá landsstýrismanninum, verða sostatt:

– at viðkomandi hevur fastan bústað í Føroyum, ella

– at viðkomandi hevur áður búð í Føroyum í samanlagt 5 ár, ella

–at viðkomandi hevur búð í øðrum pørti av ríkinum í samanlagt 5 ár og hevur danskan ríkisborgaraskap.

Feløg, sum keypa fasta ogn í Føroyum, skulu hava høvuðsæti í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kommunan keyp­ir lendi á Signa­bø fyri 2,6 milliónir

9 minuttir síðan
Tíðindi

Vil hava betri atkomu í Mykinesi

34 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Varandi heimur - ráðstevna og framsýning

36 minuttir síðan
Tíðindi

Birting í Gallarí Havnará

39 minuttir síðan
Tíðindi

Stendur á jøvnum millum Bolsonaro og Lula

1 tími síðan
Tíðindi

Bergur hevur kært borgar­­stjóran til komm­unala eftir­litið

1 tími síðan
Tíðindi

Fjølmentanarvikan verður sett í Vágum

2 tímar síðan
Tíðindi

Útiøkið á mola­num dýrk­ar 8,2 milliónir

3 tímar síðan
Tíðindi

Gongugøtan verður bilfrí í desember og juli

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Talur og talarar

4 tímar síðan
Tíðindi

Næstan eitt árs avfall eftir 37 tímum

4 tímar síðan
Tíðindi

Putin: - Russland fyrireikar seg ikki til kríggj móti Evropa

4 tímar síðan