Ótangar hava brotið inn í bilin og stjolið jakkar, ryggsekk við passum, flogferðaseðlar - og urnuna við øskuni av mammuni, sum skal til gravar í Nuuk, úr bilinum. Myndin er privat.

Grønlendsk familja skakað: Urna við mammuni stjolin í Keypmannahavn

Danska løgreglan er nú í holt við at kanna vakmyndir av staðnum í royndini at finna út av, hvørjir brotsmenninir, sum hava gjørt sær dælt í bilinum, eru.

Ótangar hava brotið inn í bilin og stjolið jakkar, ryggsekk við passum, flogferðaseðlar - og urnuna við øskuni av mammuni, sum skal til gravar í Nuuk, úr bilinum. Myndin er privat.

Eitt óvanligt mál hevur skakað eina familju í Grønlandi, sum hevur mist ein av sínum kæru í Danmark. Tað er ein mamma, sum er deyð, og nú jarðarferðin verður fyrireikað í Grønlandi, er urnan við mammuni stjolin í Keypmannahavn.

 

Ókendir brotsmenn hava brotið ein rút í bilinum, har urnan við mammuni var í, og millum ymiskt, sum ótangar hava stjolið úr bilinum, er urnan við mammuni. Urnan skuldi koma til Grønlands í dag, og jarðarferðin skuldi verða í Nuuk.

 

Danska løgreglan er nú í holt við at kanna vakmyndir av staðnum í royndini at finna út av, hvørjir brotsmenninir, sum hava gjørt sær dælt í bilinum, eru. Hendingin fór fram við Vodroffsvej á Frederiksberg í Keypmannahavn.

 

Sermitsiaq veit at siga, at ótangarnir eitt nú hava stjolið jakkar, ryggsekk við passum, flogferðaseðlar - og so tað ringasta av øllum er, at urnan við øskuni av mammuni, sum skal til gravar í Nuuk, eisini er stjolin úr bilinum.

 

Dagføring:

 

Tað seinasta, sum kann lesast um málið við urnuni, er, at hon er komin afturíaftur. Tey avvarðandi bóðu á sosialu miðlunum um, at tey, sum høvdu framt innbrotið, kundu seta krukkuna aftur - og tey avvarðandi lovaðu ikki at melda.

 

 

 

 

 

Ótangar hava brotið inn í bilin og stjolið jakkar, ryggsekk við passum, flogferðaseðlar - og urnuna við øskuni av mammuni, sum skal til gravar í Nuuk, úr bilinum. Myndin er privat.