Grønlendska løgreglan skal viðgera Paul Watson-málið

Síðani verður málið lagt fyri danska løgmálaráðið tl støðutakan

Løgreglan handtók Paul Watson í havnini í Nuuk í Grønlandi 21. juli. Hann situr varðhaldsfongslaður í Grønlandi

Í gjár fekk løgmálaráðið formliga útleggingaráheitan úr Japan eftir umhvørvisaktivistinum Paul Watson, sum er varðhaldsfongslaður í Grønlandi.

 

Hesum boðar ráðið frá í morgun.

 

- Løgmálaráðið bíðar nú eftir at fáa skjølini um útleggingarumbønina í váttaðum líki.

 

- Løgmálaráðið letur síðani málið víðari til grønlendsku løgregluna, uttan so at ráðið longu nú, út frá tøkum upplýsingum, finnur grundarlag fyri at avvísa áheitanini frammanundan, skrivar ráðið í telduposti til Ritzau.

 

Fer málið víðari til grønlendsku løgregluna, fer løgreglan undir ta kanningina, sum er neyðug fyri at fáa greiðu á, um treytirnar fyri útflýggjan eru loknar, upplýsir ráðið.

 

- Eftir tað verður spurningurin um útflýggjan lagdur fyri løgmálaráðið til støðutakan, skrivar ráðið.

 

Málið skal avgreiðast eftir grønlendskari lóg.

 

73 ára gamli kanadiski-amerikanski aktivisturin, Paul Watson, varð handtikin í Grønlandi 21. juli. Watson er ein av upprunaligu stovnarunum av Greenpeace, sum hann ikki er knýttur at longur.

 

Handtøkan fór fram á havnini í Nuuk. Watson varð handtikin her, eftir at hann hevði lagt at í Havnini við skipinum "John Paul Dejoria".

 

Tað hendi við støði í einum altjóða handtøkuboði úr Japan, sum varð útskrivað í 2010.

 

Handtøkuboðini komu eftir eina hending í Antarktis har Watson blandaði seg uppí meðan japanskir ​​hvalaveiðarar arbeiddu.

 

Sambært myndugleikunum í Japan legði aktivisturin á hvalaveiðimenn og forðaði teimum í at gera sítt arbeiði.

 

Eftir handtøkuna varð Watson varðhaldsfongslaður í Grønlandi til 15. august, tá rættarfundur verður um, hvørt hann skal útflýggjast til Japan.

 

Málið hevur vakt altjóða ans.

 

Millum annað hevur franski forsetin, Emmanuel Macron, heitt á donsku myndugleikarnar um ikki at útflýggja Paul Watson.

 

/ritzau/

 

 

 

Løgreglan handtók Paul Watson í havnini í Nuuk í Grønlandi 21. juli. Hann situr varðhaldsfongslaður í Grønlandi