Ein 46 ára gamal fiski-og veiðimaður er druknaður nærindis bygdini, Ikerasak, sum liggur á Uummannaq-leiðini í Grønlandi.
Hetta upplýsti Grønlands Politi í gjár, og tað er Sermitsiaq, sum endurgevur. Løgreglan sigur, at talan er um eina syrgiliga druknivanlukku.
Sambært vaktleiðaranum hjá løgregluni, Poul Kreutzmann, varð maðurin funnin undir ísinum, og útgerðin hjá honum varð funnin nærindis.
Lagt verður aftrat, at royndir vórðu gjørdar við lívbjargandi fyrstuhjálp, men tað eydnaðist tíverri ikki at bjarga manninum.
Grønlands Politi fekk boð um hendingina týskvøldið klokkan 18.56, og vaktleiðarin sigur, at familjan hjá manninum hevur fingið boðini um vanlukkuna.
Vit kunnu leggja aftrat, at tað hevur sín prís at liva nær havinum og saman við náttúruni, soleiðis sum fiski-og veiðimaðurin í Grønlandi ger.