Grót datt undan loftinum í Vágatunlinum

Um sjeytíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at grót varð dottið undan loftinum í Vágatunlinum.

 

Tað var ein bilførari, sum boðaði frá, at steinar á stødd við ein neva, duttu undan loftinum, meðan hann koyrdi. Hann sá steinarnar detta og mátti stýra uttan um teir, sigur vakleiðarin á politistøðini.

Tunnilin varð stongdur, og Landsverk fór at kanna og rudda tunnilin, sum síðani varð latin uppaftur.