- Grov undirmanning av læknum

Sambandsflokkurin hevði landsfund um vikuskifti vestur í Vágum. Millum onnur viðurskiftir var menningarætlanin í sjúkrahúsverkinum til viðgerðar.

 

Tað vórðu fleiri, ið viðmerktu uppleggið og tey flestu hildu, at menningarætlanin í sær sjálvum sá skilagóð út, men leiðsluspurningin var eisini uppi og vendi og nøkur vístu á síni ivamál um tí einu leiðsluna, ið ætlanin er at seta.

 

Marjus Dam, kommunulækni og fyrrverandi tingmaður, segði at mest akutti trupulleikin er, at  tað mangla læknar á sjúkrahúsum og innan kommunulæknaøkið.

 

- Orkan eigur at leggjast í at fáa læknar í størvini, ið standa tóm. Restin er ikki líka umráðandi fyri meg. Vit mangla einar 400 milliónir í mun til hvat onnur lond brúka uppá sjúkrahús. Vit mugu royna at fáa læknar og hjálparfólk sett. Tað vil gera, at vit fáa eitt betri heilsuverk, sigur Marjus Dam.

 

Marjus Dam segði, at sjúkrahúsverkið og kommunulæknaøkið er grovt undirmannað og tað er óforsvarligt.

 

- Tað nyttar ikki bara at hyggja at fíggjarviðurskiftum út frá einum excel arki, men hava útgangsstøði í fólkinum, sum arbeiða á staðnum, segði Marjus Dam.

 

John William Joensen, fyrrverandi formaður í Norðoya Sambandsfelag, viðmerkti, at hann helt tað verða løgi, at Suðuroyar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús skulu fylla so nógv, tí tey eru umleið 15% av játtanini til sjúkrahúsverkið.

 

- Tí skilji eg ikki hví tað skal viga so nógv sum ein útreiðsla, segði John William