Hondbóltur
Hóast stigatalvurnar nú kunnu vísa, at rímiliga stórur munur er á fleiri av liðunum, so kann hetta broytast so skjótt.
Um ikki annað, so tá grundspælið er liðugt, tí tá verða øll stigini koyrd niður í helvt, og so byrja liðini næstan av nýggjum í endaspælinum.
Serliga kemur hetta kanska væl við hjá teimum liðunum, ið ikki liggja so ovarlaga, tí tá verður munurin upp til fremru liðini heldur minni.
Men eisini millum tey fremstu liðini eru kappingin øgilig um at hava ein fyrimun, tá farið verður undir endaspælið.
At hesin fyrimunur kanska ikki er so stórur tá, sum hann kann vera nú, hevur minni at siga, tí sálarliga yvirtakið, ið eitt ella tvey stig kunnu geva, viga nógv í metingini.
Næstan øll sleppa upp í part
Um hugt verður at kappingini hjá kvinnunum, tykist størsti spurningurin at vera, um VB-kvinnurnar megna at halda tørn.
Eftir sjey sigrar á rað, taptu tær fyri fyrstu ferð um vikuskiftið, tá tær á útivølli møttu StÍF.
Framvegis er VB klárt á odda og hevur eisini spælt ein dyst minni enn nærmastu kappingarneytarnir, men eftir stendur at síggja, hvussu stórur skelkurin av fyrsta tapinum kann vera.
VÍF og StÍF eru saman við Stjørnuni tey liðini, ið liggja best fyri at taka kappingina upp við VB, men lopið niður til Kyndil og Neistan er heldur ikki størri enn so, at eisini tey kunnu blanda seg upp í oddastríðið.
Í grundini kunnu øll kvinnuliðini, uttan Tjaldur, sleppa upp í part, tá farið verður undir endaspælið hjá kvinnunum. Og tá velst í grundini bara um, hvussu góð byrjanin er í endaspælinum.
Við tí fyrivarni, at ikki øll hava spælt líka nógvar dystir, hevði ein hálverað stigatalva sæð soleiðis út nú: VB sjey stig, VÍF , StÍF og Stjørnan fimm stig, Kyndil og Neistin fýra stig og Tjaldur eitt stig.
Stendur millum tvey og kanska trý lið
Hjá monnunum er StÍF oddalið við trimum stigum fleiri enn VÍF og fýra fleiri enn Neistin.
Hetta er ikki so øgiliga nógv, men er kortini ein góður fyrimunur hjá strandingum, nú endaspælið nærkast.
At teir hava tikið stig frá vestmenningum í báðum uppgerðunum teirra millum, skuldi givið StÍF stórt sjálvsálit, nú kappingin skjótt er hálvrunnin.
Men hóast VÍF kann tykjast eitt sindur smokkað niður ímillum, er tað ein sannroynd, at tú ongantíð skalt avskriva liðið úr Vestmanna, ið fyrr hevur roynt at verið afturúrsiglt í grundspælinum, men síðani er komið sterkt aftur í endaspælinum.
Neistin liggur eisini framvið, men hevur kanska ikki ordiliga sama formatið, sum væntast kann av bæði StÍF og VÍF.
Men kennir Neistin sína vitjunartíð móti júst teimum betru og vísir støðug avrik móti lægru liðunum, kann Neistin saktans gerast »jokari« í endaspælinum.
Í løtuni sær hinvegin út, at Kyndil er mitt í rúgvuni og hvørki fer ein ella annan veg, meðan KÍF gongur leyst av botninum, har líkt er til, at tað verður bæði tungt og trupult hjá H71 og Tjaldri.
Hóast øll liðini ikki hava spælt líka nógvar dystir, hevði hálveraða stigatalvan hjá monnunum sæð soleiðis út: StÍF átta stig, VÍF sjey stig, Neistin seks stig, Kyndil fimm stig, KÍF fýra stig og H71 og Tjaldur tvey stig í part.
Her er við øðrum orðum ikki sum hjá kvinnunum, har næstan øll kunnu sleppa upp í part, men kortini er munurin ikki størri enn so, at tað so skjótt kann flyta seg millum liðini, tá endaspælið byrjar.