Leygardagin 6. juni og sunnudagin 7. juni skipar Nordisk Institut for Psykoterapi fyri kunnandi tiltaki í Brekkustovu í Klaksvík um eina góðkenda psykoterapeutiska grundútbúgving, sum høvi verður at byrja í Føroyum til heystar.
Leygardagin 6. juni verður lagt fyri klokkan 10, og tiltakið endar henda fyrsta dagin klokkan 18. Sunnudagin 7. juni verður byrjað klokkan 10, og hesin dagurin endar klokkan 16.
Tað verður Mary á Argjaboða, psykoterapeutur MPF og sosialráðgevi, sum fer at siga frá um psykoterapeutisku útbúgvingina í Klaksvík.
Tá útbúgvingin byrjar til heystar, verða Mary á Argjaboða saman við Inge Farup, psykoterapeuti MPF og cand.mag, undirvísarar.
Tær eru báðar góðkendar sum traumaterapeutar og hava royndir við at útbúgva eitt nú føroyskar psykoterapeutar.
Góðkenda psykoterapeutiska grundútbúgvingin, sum høvi nú verður at taka í Føroyum, fevnir eitt nú um neuro-affektiva relatiónsterapi, loysing av sjokktrauma og styrking av ressursum.
Mary á Argjaboða ynskir, at so mong sum gjørligt koma við til kunningarátakið í Brekkustovu í Klaksvík, leygardagin 6. juni og sunnudagin 7. juni.
- Komið við og fáið eina uppliving, setið spurningar og fáið nýggja vitan um, hvussu henda útbúgving kann ríka teg, sigur Mary á Argjaboða við in.fo.
Viðhefta mynd er tilvildarlig.