Grunnabarð komin

Seinnapartin kom nýggi Christian í Grótinum á Klaksvík, men tað eru ikki bara klaksvíkingar, sum fáa skip í hesum døgum.

Í gjár kom Grunnabarð, sum felagið South Pelagic hevur keypt úr Noregi, á Vág. Skipið, sum er ein kombineraður trolari og nótabátur, æt frammanundan Østervold, skrivar Suðuroyarportalurin.

Grunnabarð er bygdur í Noregi í 1979. Hann er góðar 60 metrar langur, 11 metrar breiður og tekur góð 1.000 tons.

Myndina tók Torkil Strøm.