Guðrið Poulsen skal prýða Fimi

Guðrið Poulsen hevur vunnið kappingina um at gera eitt listaverk á økið uttan fyri Fimi - nýggju fimleikarhøllina við Tórsvøll í Havn.

Inn komu 14 uppskot. Listabólkurin hevur ímillum innkomnu verkini valt verkið Himmalspegilin, sum listakvinnan Guðrið Poulsen hevur gjørt.

Listaverkið er eitt horisontalt verk, umleið 8 metrar í tvørmát, úr hondgjørdum svørtum sementflísum, har keramiskir formar eru stoyptir niðurí, í høvuðsheitum kringlutir í skapi, í ymiskum litum og frábrigdum. Í ávísum flísum er ljós lagt niðurí. Um dagin virka ljósini sum partur av ornamentikkinum, og um kvøldið lýsir túnið sum himmalspegil av smáum veikum vetrarstjørnum.

- Listaverkið er við til at skapa og samansjóða virksemið og umhvørvið hjá teimum, ið ferðast har um leiðir. Endurtiknu kringlutu skapini, sum eru niðurfeld í listaverkið, skapa ein forvitnisligan dynamikk, og verkið bjóðar bæði til hvíld og rørslu. Himmalspegilin vendir sær til tey virknu og bjóðar til interaktión, sum í sjálvum sær í symbolum snýr seg um rørslu og gleði við at íðka og njóta fimi, verður sagt í grundgevingunum.

Guðrið Poulsen er útbúgvin keramikari og hevur nomið sær úbúgving í Finnlandi og Íslandi árini 1982-86, umframt at hon hevur verið námsferðir í øðrum londum. Guðrið hevur tikið lut í nógvum felags framsýningum innan- og uttanlands og hevur sýnt fram á einstaklingaframsýningum í Føroyum.