Guðrun & Guðrun fyri menn í Ríðihøllini

Guðrun & Guðrun fara nú at hava sýning av harrakollektión verður í Ríðihøllini hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali.

- Vit gjørdu tað fyri fyrstu ferð í 2006, tá vit gjørdu eitt show í høllini á Skipasmiðjuni. Uttan facebook, uttan instagram ellar nakrar sosialar miðlar – og allíkavæl funnu 500 fólk út á Skipasmiðjuna, siga Guðrun & Guðrun í tíðindaskrivi.

 

- Tað legendariska showið í hangarinum á flogvøllinum, tá vit leigaðu eitt flogfar við útlendskum gestum, var í 2008. So gjørdu vit eisini eitt show á brúnni út í Mykineshólm.  

 

Og nú....: Okkara MENN í Ríðihøllini

 

Mótasýning við okkara nýggju harrakollektión verður í Ríðihøllini hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali fríggjakvøldið tann 5.7. kl 21, aftná Gekkin, skriva Guðrun & guðrun.

 

Á skránni verður tónleikafarmførðsla við Lyon,gott til góman og mótasýning.