Bert nakrar fáar dagar tók tað, at selja øll atgongumerkini til konsertina við Guðrun, Lenu og Eivør í Norðurlandahúsinum. Hetta hóast talan er um konsert 28. januar, altso um næstan tríggjar mánaðar. Nú skipar Kvinna fyri eykakonsert sama dag kl. 15.00.
Atgonugmerki til konsertina fáast í Norðurlandahúsinum og á heimasíðuni hjá Kvinnu, kvinna.fo. Í summar spældu Guðrun, Lena og Eivør í Falconersalen í Keypmannahavn, og henda konsert var somuleiðis útseld. Talan eru um tríggjar av bestu og virknastu føroysku songkvinnunum, ið allar hvør í sínum lagi megna at fylla Norðurlandahúsið, so tað er ikki so undarligt, at gravgangurin eftir atgongumerkjum er stórur