Sangkapping
Guðrun Jacobsen á Tvøroyri er ein genta, sum dámar væl at syngja.
Hon gjørdist landskend, tá ið hon í fjør vann kappingina um at gerast ársins songrødd.
Men nú fær hon ein gyltan møguleika afturat at gera vart við seg.
Hon er nevniliga sloppin ígjøgnum tað sera tronga nálareyga hjá donsku sjónvarpsrásini DR 1, sum hevur valt hana til at vera við í stóru sangkappingini ?Stjerne for en aften?, fer rásin fer at senda fyrst í komandi ári.
Og tað er ikki hissini møguleiki, hon hevur fingið, tí tá ið hon fer á pallin í stóra sjónvarpssalinum, vera tað minst ein millión sjónvarpshyggjarar, sum fara at sita undir hvørjum orði og fylgja við hvørjari rørslu.
Guðrun Jacobsen er fegin um hendan møguleikan , tí hon dylir ikki fyri, at hon ætlar at vita, hvussu langt hon kann røkka sum sangari.
Men bara tað at sleppa við í hesa hesa kappingina er eitt bragd í sær sjálvum, tí so vítt, vit hava fingið upplýst høvdu yvir 2.000 vónríkir, ungir sangarar meldað seg til.
-? Tá ið vit skuldu melda til, skuldu vit senda eitt band inn við nøkrum løgum, vit høvdu sungið.
Sjálv fekk Guðrum Claus Telling í Vági at spæla undir uppá klaverið ímeðan hon sang trý løg hjá kendu songkvinnuni Celine Dion.
Sangurin man hava fallið dómarunum væl í oyrað, tí Guðrun var ímillum tey 200-300 ungfólkini, sum vórðu boðsend at koma til upptøkuroynd.
Hendan upptøkuroyndin var í summar og har hilnaðist ikki minni væl, tí nú er Guðrun ímillum tey 50, sum eru sloppin við í endaligu finaluna, sum verður fyrst í komandi ári
Vilk royna seg sjálva
Í sambandi við kappingina, ger Danska sjónvarpið eina stutta sending um hvønn einstakan luttakara og allan mánadagin hevði Guðrun sjónvarpsmann frá DR 1 á vitjan á Tvøroyri.
? Hann skuldi taka upp til eina sending, sum vísti, hvussu eg búgvi, hvussu umhvørvið er, sum eg komi úr og, hvussu mín gerandisdagur er, sigur Guðrun, sum brúkti høvi til at vísa danska sjónvarpsmanninum nakrar nattúruperlur á Tvøroyri, so hann fekk nakrar góðar myndir í kassan eisini.
Guðrun hevur altíð havt hug at syngja og orsøkin til at hon meldaði seg til, er at hon vil vita, hvussu langt hon kann røkka sum sangari.
? Eg vil sleppa at royna meg sjálvan fyri at vita, hvussu eg standi afturímóti øðrum sangarum, tí eg havi altíð doymt um eina yrkisleið sum sangari.
Tí vónar hon at hon hetta kann føra til tey røttu fólkini fáa eyga á hana. Men hon ásannar eisini,at skal tað eydnast, skulu ikki bara evnini til, tí tað krevst eisini tað neyðuga hepnið.
Og betri sýnisglugga kundi hon ikki fingið, tí ?Stjerne for en aften? er ein sending, sum minst ein millión fólk hyggja at, tá ið hon verður send beinleiðis í sjónvarpinum.