Guðrun við á jubileumskonsert

Mánadagin um eina viku hevur danskt tónleikafelag stóra jubileumskonsert í Tivoli, har Guðrun Sólja Jacobsen verður ein av sangarunum.

Í 25 ár hevur Christopher Entertainment virkað í donskum tónleiki. Felagið hevur umboðað tónleikabólkar og tiltøk og hevur bókað hópin av bólkum – bæði donskum og útlendskum – til størri og smærri tiltøk.


Mánadagin verður serligi dagurin hjá felagnum hildin í Glassalinum í Tivoli. Talan verður um stóra konsert, har allar inntøkurnar frá atgongumerkjunum fara til Børnecancerfonden.


Tað verða kend dosnk nøvn, sum hava havt nógv samstarv við Christopher Entertainment, sum fara at syngja og spæla. Nevnast kunnu Stig Rossen, Keld Heick, Jacob Andersen, Jesper Asholt og The Blue Van.


Eisini føroyska songkvinnan Guðrun Sólja Jacobsen verður partur av tiltakinum.


Konsertin hjá Christopher Entertainment verður mánakvøldið 5. september kl. 19.00.