Tað vóru mong, sum hildu leiðsluna í Barcelona taka eina skeiva avgerð, tá Josep Guardiola varð settur í starv sum tann, ið skuldi avloysa Frank Rijkaard sum venjara í Barcelona.
Hóast Guardiola var favoritturin hjá áskoðarunum, so hevði fyrrverandi liðskiparin hjá Barcelona bert tvey ár sum eykaliðsvenjari í Barcelona í viðførinum.
Djarva avgerðin vísti seg tó at vera røtt, tí longu nú er Guardiola spanskur greipuvinnari, og í kvøld kann hann vinna eina søguliga treble, tá Barcelona dystast við Manchester United.
Uppgávan kann tykjast møtumikil móti garvaða Sir Alex og hansara monnum. Men størsta steypið av øllum er bara 90 ? og kanska 120 ? minuttir burturi. Men somu minuttir kunnu longu nú senda Guardiola upp millum teir stóru á altjóða venjaralistanum.