- Guð bað meg biðja fyri sjónvarpsstarvsfólki

- Hetta var ein uppliving, sum positivt tók meg á bóli mitt undir valstríðnum, sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður.

- Eg vildi ynskt, at bønir fyri øðrum gjørdist ein størri partur av dagliga degi mínum, sigur Jenis av Rana.

Hvussu var 2015 fyri teg?

- Árið 2015 bar mær og mínum nógv gott! Tað byrjaði við, at vit fingu næstu abbadóttrina, Kiaru, sum saman við systkinabørnum sínum, Onnu Emiliu, Benjamin og Johannes, ber okkum ómetaliga stóra gleði.

Tað sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður.

Hann vísir á, at árið 2015 endaði við 90 ára føðingardegnum hjá pápa sínum, sum var eitt satt upplivilsi.

- Árið 2015 hevur havt við sær nógvar góðar løtur, eitt nú møtirøð í Keypmannahavn við kenda evangelistinum, Heidi Baker og øðrum og vónanadi afturvendandi bønartiltaki á Vaglinum seinasta vikuskiftið í august, har biðið varð fyri føroyingum og Føroyum.

Um størstu upplivingina í 2015 sigur Jenis av Rana, at ein uppliving, sum tók hann positivt á bóli, var, tá Guð mitt í valstríðnum setti forbøn á dagsskránna.

- Tá bað Guð meg biðja fyri einum sjónvarpsstarvsfólki, sum stríddist við ryggpínu!

Jenis av Rana sigur seg onga serstaka keðiliga uppliving hava havt í 2015. Tó vildi hann ynskt, at okkurt kundi havt gingið øðrvísið, eitt nú samlaða valúrslitið, sum tó fyri hann persónliga var gott.

- Men, eg líti á, at Guð hoyrir tær mongu bønirnar, sum dagliga verða sendar honum, og at hann eisini vendir hesum til nakað gott fyri tjóð og fólk.

Løgtingsmaðurin sigur, at hann vildi ynskt, at bønir fyri øðrum gjørdist ein størri partur av hansara gerandisdegi í 2016.