Guðrið sýnir framm list í Keypmannahavn

Listaframsýningin hjá Guðrið Poulsen er nú at síggja í Keypmannahavn. Framsýningin er á Norðuratlantsbryggjuni, og verður sýnd fram til 19 oktobur. Framsýningin eitur Lítið rúm, og á donskum hevur hon undirheiti "Keramikken der sprang ud som skulptur".


Guðrið Poulsen sigur at hetta er fyrstu fer at framsýningin er uttanfyri Føroyar, og at tað er Listasavn Føroya, sum hevur fingið í lag at fáa framsýning hennara á Norðuratlantens Bryggjuna í Keypmannahavn.


Guðrið Poulsen er útbúgvin sum leirsmiður í Finlandi og Íslandi. Hennara listarverk hava altíð eitt høggmyndalistarligt og serstakt sjónarmið, og eru altíð trúgv ímóti leirinum sum tilfar.


Á framsýningini kann ein bæði uppliva hennara nýggjaru listarverk frá 2012 og 2013, eins og eldri verk hennara.