Gullak er kvívíkingur, sonur Onnu og Arngrím Madsen. Hann var bert 14 ára gamal, tá hann fór sín fyrsta túr til skips í 1959. Hann róði eisini út í Grønlandi, og í 1965-66 var hann við línuskipinum Bresti.
Í 1968 koyrdi Gullak bil í Havn, og 1969 fór hann við nótabátinum Sólborg hjá Eileri Jacobsen. Seinni sigldi hann við Krúnborg frá 1973-1975, tá hann fór við nótabátinum Lene Polaris, sum hann seinni bleiv partaeigari í. Hann tók skipararaprógv í Frederikshavn í 1976.
Í 1988 keypti Gullak saman við øðrum danska nótabátin Arica, ið fekk navnið Ruth, og í fyrst í 90-unum keypti hann eisini saman við øðrum trolaran Ester, sum seinni bleiv seldur aftur. Í dag er Gullak einsamallur eigari av Ruth.
Umframt at vera reiðari er Gullak umboðsmaður hjá Kemilux fyri Danmark og Grønland. Eisini er hann stýrislimur í PO (Produkt Organisationen).
Gullak er giftur Tove, dóttir Bettu og Jákup Jensen í Havn. Hann hevur búð í Hirtshals síðan 1988, meðan Tove flutti higar fyrst í 90-unum. Tey eiga tríggjar døtur, sum allar búgva í Føroyum, Anna og Sólvá búgva á Argjum, og Elin býr í Havn. Tove og Gullak eiga 7 barnabørn.
Eitt av hjartamálunum hjá Gullak er samkoman Malta í Hirtshals, har hann er sera virkin og ger eitt stórt arbeiði.
Gullak er ein undangongumaður á nógvum økjum og ein vinnulívsmaður við nógvari nýhugsan. Hann er ein ógvuliga fyrikomandi maður, ið er lættur at umgangast, og hann tívist væl millum bæði danir og føroyingar í Hirtshals, har hann hevur nógvar vinir.
Føðingardagurin verður hildin í heiminum, Søren Toftsvej 14, Hirtshals.