Sunnudagin 18. desember kundu hjúnini Jolina og Torleif Bech í Porkeri halda gullbrúdleyp.
Mamma er ættað Innan Glyvur, dóttir Johannu og Marius Bertholdsen. Pabba er ættaður úr Porkeri, sonur Johonnu og Jacob Bech í Hólinum.
Mamma fór sum 13 ára gomul út at tæna. Hon hevði sum 6 ára gomul mist mammuna, og tá hon var 12 ár, fórst pápin við Guiding Star«, so byrjanin upp á lívið var alt annað enn løtt.
Eftir at tey vórðu gift, hevur hon verið heimaarbeiðandi meðan vit vóru smá; men seinni arbeiddi hon nøkur ár sum flakakvinna á Polarfrost.
Pabba hevur verið sjómaður meginpartin av arbeiðstíð síni. Fór at rógva út sum 14 ára gamal. Var síðani til skips í mong ár. Fór fyrst við »Yvonnu«, ið var heimahoyrandi í Vági. Seinni var hann við »Beinisørð« og við »Ósa«, ið abbin átti saman við øðrum. Pabba var parteigari í »Vágbingi«, og var við honum til hann varð seldur. Hann var við norskum og íslendskum trolarum í fleiri ár, til hann fór at sigla við »Jens Chr. Svabo« og tey seinastu árini við »Magnus Heinason«. Hann var eisini við »Leivur Øssursson« á royndarveiðu eftir svartkjafti. Øll hesi ár pabba var á sjónum, tók mamma sær av øllum tí húsliga, bæði at passa fenaðin og alt annað, ið hoyrdi til eitt føroyskt heim.
Pabba hevur altíð havt stóran áhuga fyri seyði. Hann hevur verið seyðamaður í Handara Parti í umleið 40 ár, og hevur hann sera gott eyga fyri seyði og seyðarøkt. Pabba hevur gingið nógv burtur í haga, og kennir hann tí væl staðarnøvn bæði uttan- og innangarðs.
Væl hevur ligið fyri hjá mammu, tá ræður um mat og matgerð. Gestablíð hevur hon altíð verið, og hevur duga væl at hugna bæði um okkum børnini og øll, ið eru komin á gátt. Jú, sanniliga hava vit sum børn nógv gott at minnast afturá, bæði av handaligum- og andaligum virðum.
50 ár er long tíð, og mong hjún uppliva ikki hendan stóra dag. Gullbrúdleypsdagin fara tit at halda í heiminum saman við ætt, vinum og kenningum. Vit vita eisini, at tit av hjarta siga, Honum, ið øllum valdar, takk fyri at tit fingu loyvi at liva saman í kærleika í samfulla hálva øld.
Vit gleða okkum til at halda dagin saman við tykkum.
Hjartaliga tillukku við ynski um Guds signing fyri framtíðina.
Børnini við familju