Gullbrúdleyp á Toftum

Sunnudagin 5. februar hava Hildubjørg og Jógvan Ingvard Olsen á Toftum verið gift í hálvt hundrað ár. Dagurin verður hildin á Svangaskarði klokkan 18.

Hildubjørg, sum er fødd 30. oktober 1932, er ættað av Stykkinum á Nesi. Foreldrini vóru Dagmar fødd Hansen og ættað úr Pálsstovu í Norðragøtu og Petur Hans Hansen úr Gerðinum á Nesi. Tey fingu tíggju børn: Johannes (1924) búði á Nesi. Hann doyði í 1996, Petur (1925) býr á Nesi, Manuel (1926) búði niðri. Hann doyði í 2001. Maria (1928) býr í Gøtu, Símun (1930) býr á Nesi, Debus (1931) býr á Toftum, Hildubjørg (1932), Herdis (1935) býr í Gøtu, Kjartan (1937) býr niðri, og Piddi (1939) býr á Toftum. Dagmar doyði í 1976, og Petur Hans doyði í 1997.
Jógvan Ingvard er føddur 8. juli í 1930. Foreldrini vóru Helena fødd Johannesen og ættað úr Hvalvík, og Jens Christian Olsen uppi á Regni á Toftum. Tey fingu fimm børn: Jacob (1928), Jógvan Ingvard (1930), Nickolaj (1932), Torborg (1934) og Helenu (1936). Helena býr í Havnini og øll hini búgva á Toftum.
Helena doyði á barsilssong við Helenu. Jens Christian giftist uppaftur við Hildu fødd Hansen av Toftum. Hilda og Jens Christian fingu sjey børn: Ruth (1940) býr á Argjum, Diana (1943) doyði í 1944, Diana (1944) býr á Toftum, Alfred (1947) býr í Saltnesi, Jonny (1949) býr á Argjum, Johannes (1951) býr í Saltnesi og Annika (1956) býr á Toftum. Jens Christian doyði í 1963, og Hilda, sum er fødd í 1917, býr framvegis uppi á Regni.
Mannfólkini vóru sjómenn, so tað var nógv at takast við hjá Hildubjørg og hinum konufólkunum á Stykkinum. Eitt skifti arbeiddi Hildubjørg á hotelli - í Danmark og í Havnini.
Umframt foreldur og systkin vóru omma og abbi og eisini tvey onnur undir lonini á Regni. Tað er áhugavert at hoyra Jógvan lýsa barna- og ungdómsárini, og hvussu væl spæl og gaman varð vovið saman við arbeiði og øðrum uppgávum, sum skuldu røkjast í húsi, har tað vóru tríggjar merkur av jørð, og har tað eisini var torvarbeiði, útróður og eitt nú veiða við sildagørnum.
Jógvan hevði róð eitt sindur út, áðrenn hann í 1948 fór til skips við Kongshavn og Jacobi Højgaard. Burtursæð frá vetrunum 1952-54, tá ið hann gekk upp á skúla, var hann skipsmaður fram til hann varð valdur á ting. Jógvan royndi við snurpunót, snøri, línu, snellu, gørnum og troli, og hann hevur roynt á mongum leiðum. Eitt skifti, eftir at hann hevði gingið upp á skúla, sigldi hann við norðmonnum. Tá var hann eisini á kópaveiðu, og tá ið teir vóru inni, høgdi og sagaði hann timbur á garðinum, sum skiparin átti. Sum skipsmaður royndi Jógvan alt frá at vera fýrbøtari og til at vera skipari.
Fyrsta skipið, sum Jógvan førdi, var Mjóvanes hjá Andreasi í Túni. Hetta var 1958. Í 1959 førdi hann Elsu, sum Mathias Jacobsen átti. Stutt fyri jól í 1961 kom Jógvan úr Noregi við Jógvani Norði, sum sama reiðaríið átti. Jógvan førdi nýggja línubátin, inntil hann saman við øðrum í 1969 hevði latið Stapan byggja. Eftir at hann var uppilagstur, var Jógvan við til at fáa trolaran Snoddið til Toftir í 1984 og línubátin Skørðina fyrst í níti árunum. Jógvan var millum teirra, sum síðst í seksti árunum fóru undir flakavirkið Nyk á Toftum, og Jógvan var nevndarformaður mest sum alla tíðina, inntil virkið helt uppat fyrrapartin av níti árunum. Síðani var hann ein av teimum, sum gingu undan at fáa Fiskamarknaðin í lag.
Politikkin fekk Jógvan so at siga inn við móðurmjólkini. Pápin var uppi í kommunalpolitikki og tingmaður fyri Sambandsflokkin í tjúgu ár. Á valinum í 1970 varð Jógvan fyrst valdur í Eysturoy, og hann varð afturvaldur á øllum valunum, inntil hann ikki bjóðaði seg fram aftur í 1998.
Nakrar mánaðir í 1994 og 1995-1998 var Jógvan tingformaður. Hann tóktist at trívast væl í hesum sessinum, og í politiska umhvørvinum fekk hann gott skoðsmál fyri sítt handalag at stjórna parlamentariska arbeiðnum.
Jógvan sjálvsagdur framsøgumaður fyri flokkin í fiskivinnumálum, og 1981-84 var hann formaður í fiskivinnunevndini. Hann segðist hava gott lag til tingarbeiði, og sum nevndarformaður arbeiddi hann fyri breiðum semjum. Jógvan var sáttligur og siðiligur politikari við avmáldum humori. Tað sigst, at hann, sum royndi at skjóta eftir Jógvani, avgjørt kundi rokna við at fáa tað uppaftur spískari aftur!
Í juni 1989 gjørdist Jógvan landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Hesa ódnina røkti hann fram til í januar 1991 ella í politiskt og búskaparliga ógvuliga turbolentum tíðarskeiði.
Jógvan var í bygdarráðnum í Nes kommunu 1974-80. 1976-80 var hann formaður. Tað var hann eisini nakrar mánaðir í 1989, áðrenn hann fór í landsstýrið.
Hildubjørg og Jógvan, sum alla tíðina hava búð í húsunum á Regnavegnum, eiga fýra børn. Anfinnur føddur í 1956 er giftur Elisabeth D. Eldevig í Fuglafirði, har tey búgva. Børnini hjá teimum eru Jógvan, Rósa, Helena og Durita. Hervør fødd í 1960 er gift Róa Didriksen. Tey búgva í Hoyvík, og børnini hjá teimum eru Jóannes Niklas, Hildubjørg og Høgni. Jensia fødd í 1963 er gift Peturi Brodersen. Tey búgva í Havn, og børnini hjá teimum eru Jógvan, Maud og Karl Heri. Dagunn fødd í 1970 er gift Eyðfinni Clementsen av Sandi. Tey búgva á Sandi og eiga dóttrina Jóhannu.
Hildubjørg hevur við síni vinnandi medferð myndað heimið og stuðlað manninum. Tey eru bæði ógvuliga fyrikomandi og gestablíð. Eftir at børnini vóru vorðin stór, fór Hildubjørg at arbeiða sum heimahjálp. Hon sang í mong ár í streingjakórinum í missiónshúsinum, og nú syngja tey bæði í kórinum í Fríðrikskirkjuni.
Nú Jógvan ikki er uppi í politikki, og sonurin hevur yvirtikið og víðkað um reiðaravirksemið, hevur Jógvan brúkt tíðina til onnur av nógvu áhugamálunum. Hann hevur røktað, hann er formaður í fornminnisfelagnum og bygdarsavninum, og hann hevur lagt seg nógv eftir at skráseta staðarnøvn á Toftum og í økinum har á leið. Fyrr hevur hann eitt nú fingist við ensilagu ella súrløgu, sum teir royndu at gera umborð á Snodd, og sum alararnir nýttu, við svartkjaftatablettir og við at taka ímóti seyðaskinnum.
At hugflogið og innlitið framvegis eru á góðari leið, kunnu tey skriva undir uppá, sum vóru til hugnaløtuna, sum fornminnisfelagið hevði á Svangaskarði nakað fyri jól! J