Gullbrandur og Noah vunnu - Liðið hjá Mikkjali tapti fyri fyrstu ferð

Loksins var Fredrikstad fyri einum tapi. Sandnes ULF og Bryne vunnu hinvegin á heimavølli í dag

Ikki fyrrenn í 18. umfari tapti liðið Mikkjal Thomassen, Fredrikstad fyrsta dystin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Fredrikstad tapti oddauppgerðini á útivølli 1-2 fyri Oslo KFUM. 

 

Jóannes Bjartalíð var liðskipari hjá Fredrikstad í dag. Jóannes legði upp til málið tá Riki Alba í 17. minutti legði Fredrikstad á odda 1-0.

 

Fýra minuttir undan steðginum javnaði Oslo til 1-1. Oslo skoraði sigursmálið tá 59 minuttir vóru spældir av dystinum. Stutt aftaná kom Brandur H. Olsen á vøllin, men Brandur, Jóannes og liðfelagarnir megnaðu ikki at fáa stig hesaferð.

 

Oslo var vandamiklari og hevði fleiri royndir á málið hjá Fredrikstad enn gestirnir.

 

Gullbrandur Øregaard spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Sandnes ULF vunnu ein týdningarmiklan 2-0 sigur á Moss.

 

Tommy Høiland legði Sandnes á odda 10 minuttir undan steðginum. Sami Tommy Høiland staðfesti sigurin tá 12 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Noah Mneney kom á vøllin í 84. minutti, tá hann og liðfelagarnir á heimavølli vunnu 2-1 (1-0) á Hødd.

 

Fredrikstad er nummar tvey í deildini við 35 stigum, tvey stig aftanfyri Kongsvinger og eitt stig frammanfyri Oslo KFUM.

 

Bryne er nummar 11 í deildini við 22 stigum og Sandnes er nummar 13 við 20 stigum.