Gullið krevur miðvíst arbeiði

Frank Skytte kundi sunnudagin fyri fyrstu ferð rópa seg føroyameistara í fyrstudeildarfótbólti. Eitt heiti, sum hann tóktist sera fegin um, men hann leggur eisini dent á, at hetta so sanniliga ikki er komið uttan hart arbeiði

Gullvenjari

Tað var ein heldur óvanliga avkláraður Frank Skytte, sum Sosialurin hitti sunnudagin, tá menn hansara annað árið á rað høvdu tryggjað sær meistaraheitið í føroysku fótbóltslandskappingini. Ella kanska var tað bara gleðin um gullið, sum hevði fingið okkurt slag av friðsælu at fella yvir venjaran.
Eyðkenda pípan er skift út við sigarettina, sum hann av ? skuldi man sagt ? gomlum vana bummar frá málmansvenjaranum, Sámal Hansen, eftir hvønn dyst, og meðan restin av liðnum reypandi sat í skiftirúminum og tosaði um sigurin, og ynsktu hvørjum øðrum tillukku, bað venjarain okkum bara koma við í »the boot room«. Eitt heiti, sum HB hevur stolið úr Liverpool, har væl kendar venjaralegendur hava verið fløskaðar upp, men sum í HB tó ikki er stórt annað enn tað, sum navnið sigur. Nevnliga eitt rúm til fótbóltsskógvarnar.

Stillaði venjingina eftir kappingini
Eftir at hava fingið fest í sigarettina er venjarin til reiðar at práta um árið, sum hesa løtuna náddi sínum klimaks. Skytte hevur ofta havt orð fyri at siga tingini á sín egna hátt. Hann kallar ein spaka fyri ein spaka, og tá prátið byrjar við mytuni um, hvussu trupult tað er at endurvinna eitt meistaraheiti, er hann eisini skjótur at svara, at tað hevur hann heldur ikki.
- Tað var tað, sum øll alla tíðina gingu og meylaðu um, tá eg kom. Men tað var ikki eg, sum var meistaravenjari. Tað var ikki eg, sum gjørdist meistari, so tað kundi eg ikki brúka til nakað.
- Eg kom her við mínum hugsanum um fótbólt, og onkrir nýggir leikarar vóru eisini komnir afturat hópinum, so at sita og tosa um árið í fjør kundu vit ikki brúka til nakað sum helst. Fyri okkum byrjaðu vit frá null.
Tá árið byrjaði, vóru tað kanska ikki so nógv, sum roknaðu við, at HB skuldi gerast meistari aftur í ár. Í steypakappingini gekst heldur ikki eftir vild, og sum nakað heilt óvanligt varð liðið longu í fjórðingsfinaluni sligið úr steypakappingini.
Venjarin sigur eisini, at tað longu tá vóru fleiri, sum høvdu at honum. Liðið var ikki nóg væl fyri, og hetta ásannar venjarin eisini, men hann leggur afturat, at tað sum so heldur ikki var ætlanin.
- Sjálvandi høvdu vit gjarna vilja verið við allan vegin í steypakappingini. Men talan er um eitt langt kappingarár, og tað var venjingin eisini løgd til rættis eftir. Tað er snøgt sagt ógjørligt at vera í toppformi so tíðliga og árinum, og so samstundis halda hesum støði allan vegin til oktober mánað. Eitt nú vandu vit bara tríggjar ferðir um vikuna, tá steypakappingin koyrdi, og tað fekk fleiri av teimum sonevndu ekspertunum at siga, at venjingin var skeiv og soleiðis.
- Eg skal ikki siga, at júst hetta var orsøkin, men í øllum førum hevur tað so víst seg, at vit hava megnað at hildið eitt hampuliga javnt, høgt støði ígjøgnum alla kappingina, so okkurt av tí, sum vit hava gjørt, má hava verið rætt. Annars sótu vit ikki her sum meistarar í dag.
- Í so máta er tað kanska eyka stuttligt at sita her sum meistari í dag. Enntá sum tvífaldur meistari, tí í vikuni vunnu unglingarnir jú eisini gull, so fyri meg persónliga er talan um eina veruliga stóra uppliving. M
Men samstundis má eg spyrja meg sjálvan, um tað ikki er okkurt galið við mátanum, sum føroyingar sjálvir síggja fótbóltin uppá. Nú skal eg ikki sita her og vera eftirklókur, men tað eru hóast alt sjey ár síðani, at nakar hevur meistari tvey ár á rað, og kanska er júst hetta við venjingini ein partur av orsøkini til tað. Við at taka tað eitt sindur róligt fyrstu mánaðirnar syrgdu vit í øllum førum fyri, at vit ikki vórðu útbrendir longu í summar. Tað hevur so ikki gingið heilt galið, og í so máta haldi eg, at vit í ár hava prógvað nakað, sum eg vóni at felagið kann fáa nyttu av framyvir, sigur venjarin.
Hann sigur tað ikki beinleiðis, men í hesum liggur eisini ein sannføring um, at tað allar helst ikki verður Frank Skytte, sum verður við stýrisvølin hjá HB komandi ár. Onnur nøvn hava eisini longu verið sett í samband við venjarasessin í felagnum, men enn er so einki konkret komið á borðið í so máta.

Rætti vinnarin
Tá tosað verður um sjálv úrslitini hetta árið, og kanska einamest dystin, sum júst er liðugur, nú vit sita og práta, so tykist venjarin leggja stóran dent á, at tað ikki akkurát var hesin dysturin, sum tryggjaði gullið, men at talan var um eitt gott avrik sæð yvir alt kappingarárið.
- Í dag høvdu vit kanska heldur ikki uppiborið at vunnið. B36 vóru í øllum førum teir, sum spældi betri. Eg veit ikki akkurát hví, men onkursvegna tóktust teir vera betri fyri til eina slíka uppgávu. Kanska vóru okkara eitt sindur skerdir av trýstinum, sum nú lá á teimum, men vit høvdu so tíbetur neyðuga hepnið, sum skal til fyri at avgera ein slíkan dyst. Vanliga hava vit jú verið eitt lið, sum dámar at arbeiða fram eftir vøllinum, men í dag verða vit trýstir aftur. Tað má B36 so hava æruna fyri, men tíbetur megnaðu vit at standa ímóti hesum trýstinum.
- Men sæð yvir 17 dystir, so haldi eg meg kunna siga, at vit ? saman við B36 ? hava havt nógv tað besta liðið. Í mínari verð eru tað bara hesi bæði liðini, sum høvdu meistaraheitið uppiborið, og tí eri eg glaður um, at alt skuldi enda í einum slíkum dysti.
Sæð uttanífrá, so var bjargingin hjá HB hendan sunnudagin, at liðið er so væl skipað. Eitt eyðkenni, sum eisini hevur fylgt liðnum alt árið, og sum hevur verið kraftiga viðvirkandi til, at liðið ongan dyst hevur havt, sum hevur verið út av lagi vánaligur.

Leikararnir hava verið ótrúligir
Hesum tykist Frank Skytte á ongan hátt ósamdur í, men leggur tvørtur ímóti dent á, at tað so avgjørt er nakað, sum hann og leikararnir hava arbeitt nógv við í árinum.
- Nú skal eg ikki sita her og reypa, men sjálvur haldi eg, at vit í ár hava átt tað best skipaða liðið. Men tað kemur so heldur ikki uttan hart arbeiði. Vit hava at kalla alt árið nýtt hós- og fríggjakvøld til at menna og venja taktiska partin av spælinum.
- Og hetta hevur eisini givið úrslit. Vit hava í ár verið liðið, sum hevur skotið flest mál, og vit hava verið millum teirra, sum fægst mál eru farin ígjøgnum hjá.
- Hetta hevur so eisini nakað at gera við, at vit alla tíðina hava arbeitt miðvíst við at eleminera tey mistøk, sum eru gjørd í dystum. Millum annað eftir at vit seinast leiktu móti B36. Tá spæla vit kanska okkara besta dyst á árinum, men tað er samstundis einasta tapið, sum hava havt í landskappingini. Tá gera vit vit nøkur mistøk, sum teir revsaðu, og tað hava vit so roynt at bøtt um í venjingini. Og her má eg so eisini rósa leikarunum. Teir hava verið ótrúliga sterkir og sjálvdisciplineraðir í hesum, og tað er kanska fremsta orsøkin til, at vit nú eru meistarar, sigur Frank Skytte at enda.