Heðin L. Olsen fekk farna vikuskiftið eina gullnál á SMS X-mas Sprint 2011 stevnuni, sum var í Klaksvík. Heðin svam 100 metrar frí upp á 50.82 sekund. Fyri at fáa eina gullnál skal ein megna at svimja teir 100 metrarnar upp á 51.14 sekund.
Heðin L. Olsen er nú triðj skjótasti føroyingurin á 100 metrum frí. Næst skjótastur er Magnus Jákupsson við tíðini 50.67, sum eisini er juniormet, skrivar svimjing.com.
Føroyska metið í 100 metrum eigur ongin minni enn Pál Joensen við tíðini 50.04.