Gullprát við spælarar og venjara hjá Kyndli (FM1)

(FM1) Hoyr Bárð Johannessen, Turið Arge, Mariannu G. Eystberg og Báru K. Hansen seta orð á steypasigurin

Kyndil er steypavinnari hjá kvinnum.

 

Kyndil vann 31-24 á VÍF í finaluni í Faxe Kondi kappingini, ið má sigast at verða ein óvæntaður stórur sigur í mun til gongdina og stigatalvuna í SMS-deildini og steypakappingini higartil.

 

Turið Arge Samuelsen, Marianna Geirsdóttir Eystberg og Bára Krossteig Hansen gjørdist toppskjúttar hjá Kyndli við seks málum. Durita C. Jojic gjørdist toppskjútti hjá VÍF við níggju málum. 

 

Kyndil legði lunnar undir sigurin við einari 17-9 leiðslu í steðginum. Fyrstu 20 minuttirnar av seinnu hálvleiki var VÍF væl við. Vestmannakvinnur minkaðu munin til 16-19, men so dróg Kyndil frá aftur, og hálaði sigurin heim.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá gullprátini og samanumtøkuna, ið var á FM1 aftaná dystin. Sjúrður H. Hoydal prátaði við fegnar steypavinnarara hjá Kyndli.

 

Prátini eru í hesari raðfylgjuni:

 

1) Bárður Johannessen, venjari

2) Turið Arge Samuelsen

3) Marianna Geirsdóttir Eystberg

4) Bára Krossteig Hansen

5) Steypahandanin

6) Tróndur Arge, frásøgumaður hjá FM1 og Marjun F. Danberg, viðmerkjari taka samanum dystin.

 

HERber til at hoyra ein samandrátt uppá 15 minuttir frá dystinum. Tróndur Arge segði frá og Marjun F. Danberg var viðmerkjari.