Gleðin er óendaliga stór í Kollafirði, nú KÍF á fyrsta sinni hevur vunnið eitt føroyameistaraheiti í hondbólti.
Aftaná 27-22 sigurin á H71 prátaði reportarin hjá Ràs2, Hilmar Jan Hansen við nógvar fegnar kollfirðingar, umframt onkrar hoyvíkingar.
Prátini kunnu hoyrast í ljóðbrotinum undir greinini. Fremst hoyra vit endan av dystinum, og seinast eina eftirmeting hjá Birgiri Hansen, viðmerkjara.