Gullrúsur í Klaksvík

Seinnapartin í dag fara KÍ kvinnurnar at fáa handað steyp og gullkrónur fyri enn eitt glæsiligt kappingarár

FM Í KVINNUFÓTBÓLTI

Stoltleikin hjá norðoyingum í fótbólti í ár hevur fyrst og fremst verið besta kvinnuliðið hjá KÍ. Á Ólavsøku vunnu tær steypafinaluna ímóti HB, og í dag fara tær at siga farvæl við hetta kappingarárið. Tað gera tær á heimavøllinum í Klaksvík.
Týskvøldið vóru KÍ kvinnurnar á Toftum, har tær við 6?1 sigri syrgdu fyri, at spurningurin um FM heitið er avgjørdur undan síðsta umfarinum. KÍ er meistari, og tað við maner. Tær hava vunnið allar dystirnar, og undan síðsta umfarinum er málmunurin 138?4. Eitt sindur keðiliga suverenur sigur, sum tær taka til í Klaksvík. Men tað er eingin forðing fyri, at tær stórfegnast um avrikið, sum tær hava útinnt, síðani tær tíðliga í ár fóru undir fyrireikingarnar til kappingarárið.
Síðsti dysturin verður ímóti HB, sum er nummar trý í landskappingini. Silvurvinnararnir úr B68 fara at spæla á útivølli í Gundadali ímóti B36. Sambært skránni eru hinir dystirnir í 1. deild kvinnur í dag Sumba?FS Vágar og AB?B71.
Eftir dystarlok í Klaksvík fara umboð fyri Fótbóltssambandið at handa KÍ kvinnunum FM steypið og gullkrónurnar. HB kvinnurnar fara at fáa bronsukrónurnar, og í Gundadali fara B68 kvinnurnar at fáa handaðar silvurkrónurnar.
Sum tað longu er nevnt fleiri ferðir áður, so er avrikið hjá KÍ framúr. Hetta er annað árið á rað, at tær bæði hava vunnið landskappingina og steypakappingina. Eisini í 2000 vunnu tær bæði FM og steyp. Hetta er samstundis fjórða árið á rað, at KÍ er FM vinnari í kvinnufótbólti.
Merkisvert er tað eisini, at miðalaldurin á KÍ liðnum ikki er serliga høgur, hóast tað fyri tað mesta eru somu spælararnir, sum hava mannað liðið í ár, sum hava verið við til at vinna FM tey trý undanfarnu árini.
Tey seinnu árini er tað so at siga vorðin siðvenja, at tað verður gjørt burturúr á vøllinum í Klaksvík, tá ið kvinnuliðið fær handað gull og skreyt. Einki er at ivast í, at tað eisini í dag verður soleiðis.