Fríggjadagin 2. oktober verður tað 9. Gullradio á Rás2. Í 2007 høvdu vit Gullradio fyri NSÍ, í 2008, og í 2012 fyri EB/Streymi, í 2009, 2010, og í 2013 fyri HB, í 2011, 2014, og aftur í ár fyri B36.
Vit senda Gullradio millum klokkan 13 og 17. Millum klokkan 16.10 og 16.55 verður fótbóltspanelið, har seinna helvt av prátinum fer at snúgva seg um seinasta umfarið í effodeildini, og tiltakið, har ársins spælarar verða heiðraðir.
Skráin fyri Gullradio verður hendan: 1) Vit hoyra løtuna, tá B36 bleiv staðfestur FM-vinnari, og vit endurhoyra vinnaraprátini, sum vóru beinleiðis 13. september. 2) Vit seta høvuðsvenjaranum, Eyðun Klakstein stevnu. 3) Vit tosa við samskiparan í B36, Andrass Thomsen, sum m.a. fer at greiða frá Gulldegnum, sum verður leygardagin. 4) Vit fara biltúr við tiltikna bilinum, sum Bogi Simonsen eigur. Vit vitja saman við Boga Baldvin Baldvinsson og Kristian á Neystabø, legendariskan B36-formann. 5) Vit vitja úti í Bilrøkt, har leikandi hjálparvenjarin, Jákup á Borg vísir okkum runt. ungu B36-spælararnir, Andrias H. Eriksen og Høgni Eysturoy sleppa eisini til orðanna. 6) Áki Johansen er høvuðsungdómsvenjari hjá B36. Hann fáa vit eisini orðið á. Heri Simonsen hevur tikið øll prátini upp í vikuni.
Tað ber til hjá lurtarunum at heiðra FM-vinnarunum við at senda eina heilsu á 559999. Undir sendingini spæla vit ymiskar B36 sangir. Sendingin verður endursend leygardagin 3. oktober klokkan 10 til 14. Øll prátini koma á á in.fo. Lurta á www.midlar.fo, FM 98.7, FM 88,7 og FM 95,9 :