Føroya Arbeiðarafelag hevði aðalfund um vikuskiftið og formansfrágreiðingin er áhugaverdur lesnaður. Har verður komið inn á ymisk viðurskifti, m.a. verkfallið, og Ingeborg Vinther, forkvinna, metir í frágreiðingini m.a. um farna árið og farna valskeið. Og tað eru ikki bert blíð orð, ið landsins myndugleikar fáa.
Hóast framgongd í samfelagnum, so hava tey lægstløntu ikki merkt so nógv til hetta. Og Ingeborg Vinther sigur soleiðis um samráðingarnar seinast og verkfallið:
- Har var so vónleyst at fáa eina lønarhækking, ið var sámilig, og anciennitetsskipan fyri tey, ið hava verið fleiri ár á sama arbeiðsplássi. Hetta kundi als
ikki fremjast og endaði eisini við verkfalli.
Ingeborg Vinther takkaði limunum fyri gott samstarv og fyri samanhald undir verkfallinum og hon minti á, at eitt fakfelag er ikki sterkari, enn limirnir gera tað, og stuðla teir ikki, gerst felagið ov veikt.
<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Gulltíð
Ingeborg Vinther fýlist á, at búskaparliga framgongdin seinnu árini ikki er komin teimum sjúku, teimum eldru og veiku ella sjúkrahúsverkinum til góðar. Og pláss hevur ikki verið fyri sámuligari lønarhækking til tey lægstløntu, hóast tosað hevur verið um gulltíðina. <o:p></o:p>
Mett verður í frágreiðingini, at illa hevur politiski myndugleikin stýrt. Almenna umsitingin kostar sera nógv at reka í dag, og tungt verður at gjalda rokningina, tá rákið vendur og gulltíðin er av.<o:p></o:p>
- Í eini tíð,har tað hevur gingið so væl búskaparliga, at tosað hevur verið
um gulltíðina í samfelagnum, fiskaprísirnir hava verið uppi ígjøgnum, alt
hevur gingið sera væl,virkini hava havt stórt yvirskot, og landskassin er á
tremur, hevur ikki verið pláss fyri einari sámiligari lønarhækking til tey
lægstløntu. Heldur ikki vóru ráð til eina væl betri eftirløn fyri tey eldru. Tá
vóru hvørki ráðini ella vilji til tess.Hetta er so vælferðarsamfelagið Føroyar
í dag. Tann almenna umsitingin er bólgnað upp. Lýsingar eru eftir fólki,
hvørja ferð dagbløðini koma út. Hvat henda umsiting og øll aðalstýri, ið
Landsstýrið er býtt upp í, kostar skattaborgarunum, duga fólk illa at ímynda
sær, men eitt er heilt greitt: Tann almenna umsitingin kostar alt meira.
Tann dag, tíðirnar ikki vera so góðar, sum nú, verður strævið at gjalda
rokningina. Ógvuliga lítið skal til í einum samfelag sum okkara, at tað góða
rákið vendir.Bert fiskurin minkar og prísurin fyri útflutning av fiski verður
lægri, er vandi á ferð, tí vit hava einki annað uttan fiskin at dúva uppá, tað
veri seg rávøran,sum skipini føra í land,ella tað, ið alibrúkini framleiða.
So illa hevur politiski myndugleiki okkara stýrt, at umsitingin av sam-
felagnum kostar fleiri hundraðtals milliónir meira, enn fyri bert fáum árum
síðan. Gulltíðin er kortini ikki komin okkara sjúku, teimum eldru og veiku
ella sjúkrahúsverkinum til góðar, sigur Ingeborg Vinther m.a. í formansfrágreiðing síni.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Innflyta arbeiðsmegi
Tosið um at flyta inn arbeiðsmegi til Føroya verður eisini havt á lofti í formansfrágreiðingini.
Og Ingeborg Vinther mælir til at vísa hógv hesum viðvíkjandi, meðan vit enn hava arbeiðsleysar føroyingar í landinum.
- Eitt hitt seinasta bragdið frá Vinnumálastýrinum er at lata útlendingar koma inn í landið at arbeiða, uttan at fakfeløgini, har hesir útlendingar skulu vera limir í, verða eftirspurd, hetta, hóast vit hava meira enn 500 arbeiðsleys, sigur Ingeborg Vinther m.a. í frágreiðingi.<o:p></o:p>
Forkvinnan í FA metir, at tá uppiløgudagar verða í fiskivinnuni, ella arbeiðið minkar av onkrari orsøk, so verða limirnir í FA ikki teir fyrstu til arbeiðis. Hon ávarar tí ímóti at flyta inn arbeiðsmegi og metir, at fakfeløgini eiga at hava eitt orð at siga hesum viðvíkjandi.<o:p></o:p>
Víst verður til, at tørvur neyvan er á at flyta inn arbeiðsmegi, tí ikki allastaðni er so nógv virksemi, og yvir 500 eru arbeiðsleys í Føroyum í dag.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>