Gult og blátt keypsparadís

Tað er gult og blátt, fýrakantað og stórt sum fimm fót­bólts­vøllir. Tað ljóðar kanska ikki so serligt, men hvørt ár vitja 4,5 milliónir vøruhúsið Gekås í Svøríki. Við teimum tølunum noyðast bæði Tivoli, Vasasavnið og Legoland at lúta

Handilin Gekås í Ullared er størsti handil í øllum Norðanlondum við sínum 25 000 fermetrum og er kendur fyri langu bíðirøðirnar uttanfyri dyrnar.
Vit á Sosialinum vitjaðu handilin ein regntungan dag í mai. Meðan vit parkeraðu klokkan 06:55, sóu vit, hvussu mongdir av fólki gingu yvir ímóti inngongdini við stórum inn­keyps­vognum. Klokkan 07:00 letur vøru­húsið upp, og hesuferð sluppu vit frá at standa í bíðirøð. Longsta bíði­røðin nakrantíð er 1,4 kilometrar, og tá tók tað tríggjar og ein hálvan tíma at koma til inngongdina.

Kvinnur keypa mest
Inni í vøruhúsinum fær ein eitt kort fyri at lættari finna runt til tær ymisku deildirnar. Tey, ið hava verið og keypt áður, eru skjót at deila innkeypsvognin upp við vørukurvum. Vit, sum eru har fyrstu ferð royna sum best at finna út av, hvar vit skulu byrja okkara skattajakt. Tí tað er sjálvandi prísirnir, sum gera at so nógv keypa í Gekås. Tað er bíligt – sera bíligt – og nógv fylla sær bilin við vør­um, sum eru helm­ingin bíligari enn í vanligu handl­unum.
Miðal »shopp­arin« er ein 43 ára gom­ul kvinna, sum keypir fyri 3.600 svenskar krónur.
At tað eru vit kvinnur, ið keypa mest, sæst týðuligt tann dagin, vit eru á vitjan. Nógv flest kvinnur eru, og størsta deildin er kvinnuklæði.
Mitt í handlinum er ein kafé, har tað er bíligt at keypa sær kaffi og okkurt afturvið. Um hungurin setur inn, má inn­keypsvognurin parkerast, og tí er týdningarmikið, at man skrivar numm­arið á vogninum upp, so at man ikki missur hann vekk millum allar hinar túsundatals vognarnir.
Nógv nýta eisini parkeringsplássið at hyggja eina eyka ferð eftir tí, man hevur lagt niður í vognin, og kanska royna eitt plagg, eftirsum bíðirøðin til prøvirúmið er so long.

Sjónvarpssending
Gekås í Ullared er so kent í Svøríki at handilin hevur fingið eina egna sjón­varps­sending. Har verður fylgt við starvs­fólki og viðskiftisfólki.
Ein familja var serliga stuttlig at fylgja. Tey ferðast til Ullared hvørt summar í tvær vikur, og tá gera tey so at siga onki annað enn at keypa. Tey búgva á tjaldingarplássinum, sum hoyrir til vøruhúsið og keypa inn til alt árið.
Men hvussu ber tað til at Gekås er so bíligt?
Svarið uppá tann spurningin eru stórar mongdir – tí at so nógv verður selt, ber til at keypa stórar mongdir inn, og tá eru keypsprísirnir lægri.
Tølini á heimasíðuni tala sítt týðuliga mál – hvørja viku verður vøru­húsið tømt fyri vøru heilar tríggjar ferðir, hvønn dag verða 25.000 gulir plast­posar seldir, 4.500 fólk sleppa inn í vøru­húsið í senn, og hvørt viðskiftafólk savnar sær vøru saman fyri 15 krónur um minuttin.
Vit á Sosialinum keyptu sjálvandi eisini eitt sindur, men tær 3.600 krón­ur­nar sum miðalkundin keypur fyri, komu vit ikki upp á. Eftir trimum tím­um vóru bein og høvd móð, og tá var bara at fara til ein av teimum 62 kass­unum og gjalda fyri innihaldið í vogn­inum.

Nógvir bussar
Gekås í Ullared er eitt hugtakandi stað. Tað er ófatuligt at so nógv fólk og so nógvur peningur rullar í einari lítlari bygd mitt í Suðursvøríki. Fólk koma allastaðni frá fyri at keypa bíligt sjampo, slikk, leikur, kovboybuksir, frystiposar og Ahlgrens bilar.
Vit siga farvæl til tað blágula húsið og fara út til bussin, sum verður fyltur við gulum posum. Mettalið av bussum, sum hava vitjað handilin samstundis, er 81 bussar. Hendan dagin, vit eru, eru tað ikki meira enn nakrir og tredivu.