Gundadalur sæð betri dagar

- Gundadalur var í øllum førum ikki karmur um sín besta dyst í gjár.

Tað staðfestir Páll Mohr Joensen. Hann vísir á, at liðini ikki leiktu serliga væl og leikferðin var sum heild lág.

- Hóast vit eru á odda í hálvleikinum, eru vit ikki nøgdir. Vit hava ov lítið hugflog og geva teimum ov nógv pláss at spæla á, sigur Joensen.

Andrew av Fløtum misnýtti úr ellivu metrum í gjár. Summi vildu verða við, at talan var um eitt sera ivasamt brotsspark, og tí vann rættvísið, tá Geza Turi vardi fyri skotinum.

- Fólk kunnu kjakast um dómin. Eg hevði í øllum førum verði argur, um brotssparkið varð dømt móti okkum, sigur Páll Mohr Joensen.