Triðja dystin á rað spældi Gunnar Nielsen fyri Motherwell. Lee Hollis er framvegis skaddur. Í dag kom venjaraleysa Hibernian á vitjan. Motherwell vann sannførandi 1-0. Liðið hjá Gunnari skuldi helst havt skorað minst tvey ella trý mál afturat tí eina.
Gunnar Nielsen hevði ikki so nógv at gera. Okkurt hissini skot kom, men tað hevði føroyski landsliðsmálverjin fult tamarhald á. Motherwell liggur nú á triðja plássi, ájavnt í stum við nummar tvey, Inverness.