Gunnar Hjelm – aftur á slóðina

Tíðindaskriv:

 

Kom í Fylking mentanarnáttina, fríggjakvøldið 30.mai kl. 19:45 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum bókapráti.

Sofaprát verður av nýggju bókini, “Vilji er lekjandi máttur”, um áhugaverda og kensluborna lívið hjá Gunnar Hjelm.

Bókin lýsur Gunnar Hjelm sum ítróttarmann, har hann sum ungur skirvasligur drongur vendi siðbundnu ítróttargreinunum fótbolt og svimjing baki.

Mamma Gunnar setti pápanum tvinnar kostir í at velja, antin valdi hann sær fløskuna, ella seg. Mamman flutti niður og Gunnar fór stutt eftir sama veg.

Á flatlondum traðkaði Gunnar inn í ókendar gøtur, men fann skjótt stevið í eini ítróttargrein, ið føroyingar kendu lítið til. Bodybuilding.

Hann bleiv skírdur ein forfeingiligur apukattur ið bert hugdi at sær sjálvum, men Gunnar treivst í leiklutinum og vandi bein hart til donsku meistaraheitini í 1990 og 1995. Besta tíðin í hjansara lívið.

 

##med2##

Gunnar fekk familju og nøgdsemi var stórt, tá avgjørt varð, at flyta heim til Føroya.

Eftir einum degi gekk afturá hjá Gunnari. Heilsan fall í órøkt og hann hevði tórført at koma úr tronganum hann var endaður í. Brotasjógvarnir skolaðu inn yvir lívið hjá Gunnari.

Hann fór bokstaviliga niður í kjallaran.

Við treiskni og vilja kom Gunnar aftur á beint, og framtíðin sá ljós út, men brátt komu myrk skýggj yvir nýggju tilveru hansara við nýggjum maka. Tey fingu tvey sjúk børn og mistu annað teirra.

 

##med3##

Tað verður í Valarabrekkunu, í hølunum hjá Fylking, kl. 19:45, at til ber at hoyra meira um áhugaverda lívið hjá Gunnari Hjelm.

Rithøvundurin, Hans Stephanson Egholm prátar hetta kvøldið við høvuspersónin í bókini sum ið faðirætt er ættaður av Valinum. Abbin, Gunnar Dimon var sonur Bakka Siggu og Jens ið høvdu búsett seg á Valinum.

Tað var í Ítróttarhøllini á Tvøroyri, á Jóansøku í 1987, at Gunnar á fyrsta sinni trein fram á pallin sum bodybuildari í Føroyum. Líka legði Gunnar í, at føroyingar gingu í úlpum og skipstroyggjum, sjálvur vísti hann seg fram, nærum naknan, við glinsandi holdi og í kulørtum undirbuksum.

Møguleiki er at ognað sær bókina fyri serprís mentannarnáttina.