Gunnar Nielsen verður ikki við móti Andorra

Íslandska felagið hjá Gunnari Nielsen, FH, hevur kallað føroyska landsliðsmálverjan heim. Sostatt verður Gunnar Nielsen ikki í mál, tá føroyska liðið spælir móti Andorra sunnudagin.

Reglugerðin í Íslandi í samband við korona krevur, at øll skulu í sóttarhald, tá tey koma til landið. Hetta gjørdi millum annað, at Valur ikki vildi leyslata Kaj Leo í Bartalsstovu til landsliðið. Skal Gunnar Nielsen spæla komandi dyst, so má hann heim nú.

FH skal 13. septembur spæla móti Breiðabliki. Tað eru bara tvey stig frá nummar tvey, Fylkir, til FH, sum er á fimta plássi. Har í millum liggja Stjarnan, gamla felagið hjá Gunnari, Breiðablik og KR. Tí hevur dysturin stóran týdning fyri stríðið um plássini í Evropa til komandi kappingarár. Valur við Kaj Leo í Bartalsstovu og Magnusi Egilssyni eru greitt oddalið.

Hetta merkir, at tað verður antin Teitur M. Gestsson ella Tórður Thomsen, sum koma at standa í mál í Nations League landsdystinum í Andorra, sum verður sunnudagin klokkan 15. Føroyar vunnu í gjár 3-2 á Malta á Tórsvølli.

##ms##