Gunnar og FH bert eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna

FH tapti fyri Vali á útivølli í kvøld

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH í kvøld, og hann hevði sambært Morgunblaðnum nakrar góðar bjargingar, tá hann og liðfelagarnir taptu 0-2 fyri Vali á útivølli í dysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. 

 

Guðmundur Andri Tryggvason søkti FH við tveimum málum, eitt í hvørjum hálvleiki.

 

Valur 2 - 0 FH

 

 1-0 Guðmundur Andri Tryggvason ('42)

 

 2-0 Guðmundur Andri Tryggvason ('63)

 

FH liggur triðaftast í deildini við 11 stigum. Bert eitt stig er niður til niðurflytingarstrikuna, har Leiknir hevur 10 stig.

 

Sunnudagin tekur FH móti KA á heimavølli á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfirði.

 

Støðan:

 

Nr.Lið: DystirVJTMálmunurStig
1Breiðablik15122141:1538
2Víkingur R.1492333:2029
3KA1583428:1827
4Stjarnan1567228:2125
5Valur1573527:2424
6KR1556421:2321
7Keflavík1553727:2818
8Fram1546528:3218
9ÍBV1526721:2912
10FH1525816:2511
11Leiknir R.1424812:2610
12Akranes1515914:358