Gunnar og FH leiktu javnt móti oddaliðnum

FH fekk kærkomið stig í botnstríðnum

Gunnar Nielsen vardi í kvøld málið hjá FH, ið leikti javnleik 0-0 móti oddaliðnum, Breiðablik á heimavølli á Kaplakrika-leikvøllinum á Hafnarfirði.

 

Sambært Morgunblaðnum hevði Gunnar fitt av góðum bjargingum undir dystinum.

 

Tá bert níggju minuttir vóru leiktir av dystinum fekk Breiðablik Davið Ingvardsson vístan av vøllinum, men Breiðablik megnaði kortini væl at koma til málmøguleikar.

 

FH er fjórðaftast í bestu íslendsku deildini við 11 stigum. 

 

3. august spælir FH móti Vali á útivølli.