Bæði FH og Valur hava í kvøld vunnið í íslendsku landskappingini. Gunnar Nielsen og FH vunnu 1-0 á Víkingur Reykjavík, meðan Valur vann 4-2 á útivølli móti ÍA. Kaj Leo í Bartalsstovu kom inn og skoraði.
Tað gongur væl hjá Gunnari Nielsen og FH í løtuni. Liðið hevur vunnið seinastu dystirnar og við sigrinum í kvøld er liðið komið upp á annað plássið. Føroyski landsliðsmálverjin bjargaði fleiri ferðir, tá Víkingur Reykjavík var á vitjan. Hjörtur Logi Valgarðsson bleiv hetjan við einsamalla málinum tveir minuttir fyri hálvleik.
Oddaliðið í íslendskum fótbólti er Valur, sum hevur Heimir Guðjónsson sum venjara, og Kaj Leo í Bartalsstovu og Magnus Egilsson í hópinum. Í kvøld kom Kaj Leo í Bartalsstovu inn seinasta korterið og hann setti punktumvið máli til 4-2. Valur var á odda 3-0 aftaná ein hálvan tíma, men ÍA skoraði tvær ferðir seinasta korterið, áðrenn Kaj Leo setti punktum.
1 | Valur | 14 | 11 | 1 | 2 | 34:14 | 34 |
2 | FH | 13 | 8 | 2 | 3 | 26:17 | 26 |
3 | Stjarnan | 12 | 6 | 6 | 0 | 20:10 | 24 |
4 | Breiðablik | 13 | 7 | 2 | 4 | 29:21 | 23 |
5 | Fylkir | 14 | 7 | 1 | 6 | 21:20 | 22 |
6 | KR | 12 | 6 | 2 | 4 | 23:17 | 20 |
7 | HK | 14 | 5 | 2 | 7 | 24:30 | 17 |
8 | Víkingur R. | 13 | 3 | 5 | 5 | 19:21 | 14 |
9 | KA | 13 | 2 | 8 | 3 | 11:14 | 14 |
10 | ÍA | 14 | 4 | 2 | 8 | 31:36 | 14 |
11 | Grótta | 14 | 1 | 4 | 9 | 12:29 | 7 |
12 | Fjölnir | 14 | 0 | 5 | 9 | 13:34 | 5 |