Gunnar Vatnhamar skoraði í søguligum sigri hjá Víkingi Reykjavík

Við 3-1 sigri á Cercle Brügge í Conference League hevur Víkingur Reykjavík skrivað íslendska fótbóltssøgu

Mynd: visir.is

Gunnar Vatnhamar skoraði til endaliga úrslitið 3-1 til Víking Reykjavík, og var við til at skriva íslendska fótbóltssøgu, tá Víkingur Reykjavík seinnapartin gjørdist fyrsta íslendska felagsliðið hjá monnum at vinna ein dyst í einum bólka/deildarspæli í einari evropeiskari kapping fyri felagslið.

 

Víkingur vann í Conference League 3-1 á belgiska liðnum, Cercle Brügge á Kópavogsvøllinum frammanfyri 1.200 ovurfegnum áskoðarum. 

Tá 83 minuttir vóru leiktir legði Gísli Gottskálk Þórðarson eina góða sending inn í brotsteigin til Gunnar, ið frá stuttari frástøðu stútaði bóltin í netið til 3-1. 

 

Víkingur Reykjavík-Cercle Brügge 3-1 (1-1)

0-1 Kazeem Olaigbe ('16 )

1-1 Ari Sigurpálsson ('17 )

2-1 Danijel Dejan Djuric ('76 )

3-1 Gunnar Vatnhamar ('84 )

 

Í yvirtíðini í fyrra hálvleiki misnýtti Danijel Dejan Djuric eitt brotsspark, men hann gjørdi skaðan góðan aftur við at leggja Víking á odda 2-1. Hagtølini fyri royndir innanfyri málrammurnar vístu 6-3 til Víking, ið hevði bóltin 53 prosent av tíðini, so talan var um ein uppibornan sigur. 

 

Á Soccerstand fær Gunnar karekterin 8,3 (av 10 møguligum), og var besti leikarin hjá Víkingi. 

 

Víkingur hevur trý stig aftaná tveir dystir, og teir eru nummar 16 í Conference. Málúrtøkan hjá Víkingi er 3-5. Liðini sum enda á endastøðunum millum nummar níggju og 24 skulu spæla um rættin at spæla í áttandapartsfinalunum. 

 

Komandi sunnukvøld klokkan 18.30 spælir Víkingur Reykjavík meistaraskapsfinalu móti liðnum hjá Patriki Johannesen, Breiðablik á Víkingavøllinum. Um Víkingur vinnur ella leikar javnt endurvinna teir meistaraheitið. Breiðablik má vinna dystin fyri at tryggja sær meistaraheitið.

 

Annars vann Víkingur í dag á Cercle Brügge á vanliga heimavøllinum hjá Breiðablik, Kópavogsvøllinum.

 

Vegna skerdu altjóða ljósviðurskiftini mátti dysturin millum Víking og Cercle Brügge byrja longu klokkan 14.30 íslendska tíð. 

 

Mynd: visir.is