Gunnar Vatnhamar verður føroyska umboðið í Conference League

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík vunnu samlaðan 5-0 sigur á Santa Coloma

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík megnaðu tað sum KÍ tíverri ikki megnaði. Nevnliga at vinna seg í deildarspælið í Conference League.

 

Víkingur gjørdi tað mesta av arbeiðnum liðugt í heimadystinum á Víkingsvøllinum í Reykjavík fyri einari viku síðani, tá teir vunnu 5-0 á Santa Coloma úr Andorra.

 

Lið úr Andorra duga mangan betur at bíta frá sær á heimavølli, og tað var eisini søgan í kvøld. Seinni dysturin endaði við javnleiki 0-0, men tað kunnu Gunnar og liðfelagarnir saktans liva við. Teir eru samlaðir vinnarar við 5-0 og skulu spæla deildarspæl í Conference League. Gunnar fekk enntá eitt gult kort tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Sostatt verður Gunnar Vatnhamar einasta føroyska umboðið í evropeiskum bólkaspæli í heyst og í vetur. Vónandi gongst honum og liðfeløgunum væl, og vónandi fáa teir nakrar áhugaverdar og spennandi dystir.