Gunnar verður í kvøld á landsliðnum fyri 25. ferð

Millum føroysku spælararnar í Vilnius hava fimm verið 50 ella fleiri ferðir á landsliðnum

Føroyska fótbóltslandsliðið er farið undir síðstu fyrireikingarnar undan síðsta útidystinum í hesi Nations League kappingini. Hann verður klokkan 19.45 í litaviska høvuðsstaðnum Vilnius. Tá ið Litava 11. juni í ár var í Føroyum vann heimaliðið 2-1. Litava legði seg á odda longu í sætta minutti, men undan steðginum skoraðu Føroyar tvær ferðir.

 

Viljormur Davidsen javnaði við brotssparki í 20. minutti, og Jákup B. Andreasen skoraði 2-1 sigursmálið dygst undan steðginum. Í fýra dystum í hesi Nations League kappingini hevur Litava einki stig vunnið. Síðsti dysturin hjá Litava í hesi kappingini verður sunnudagin á útivølli ímóti Luksemburg.

 

Fyrireikingarnar undan dystinum í kvøld kundu bent á, at føroysku spælararnir á vøllinum frá dystarbyrjan vera hesir:

 

 

 

Føroyar: Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Gunnar Vatnhamar, Hørður H. Askham, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Amdreasen, René S. Joensen, Meinhard E. Olsen – Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen

 

Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Mattias H. Lamhauge, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal, Daniel Johansen, Heðin Hansen, Mads Bo Mikkelsen, Hannes Agnarsson, Patrik Johannesen og Andrass Johansen og Pætur J. Petersen, sum ikki áður hava umboðað Føroyar á A-landsliðnum.

 

Gunnar Vatnhamar verður í kvøld á landliðnum fyri 25. ferð. 27 ára gamli miðverjin í Víkingi var fyrstu ferð á landsliðnum 22. mars 2018, tá ið úrslitið í vingardysti ímóti Lettlandi var 1-1. Dysturin varð spældur í Marbella í Spania, har føroyska landsliðið var á venjingarlegu. Tá var Lars Olsen landsliðsvenjari. Síðani Håkan Ericson í 2020 varð landsliðsvenjari, hevur Gunnar Vatnhamar verið ein av teimum, ið hevur verið oftast á liðnum.

 

Royndasti landsliðsspælarin er Jóan Símun Edmundsson, sum hevur verið 75 ferðir á landsliðnum. Fýra aðrir spælarar, sum í kvøld eru á listanum í Vilnius, hava verið 50 ella fleiri ferðir á landsliðnum. Teir eru Gunnar Nielsen (68), Viljormur Davidsen (60), Gilli Rólantsson Sørensen (56) og toppskjúttin Klæmint A. Olsen (50).

 

Tveir av heilt royndu spælarunum, sum eru í Vilnius í kvøld, eru ikki tøkir at spæla.

 

Annar er Sølvi Vatnhamar, sum hevur spælt við í 59 landsdystum. Hann er leikbannaður í kvøld og verður tøkur aftur, tá ið Føroyar sunnukvøldið fara at spæla á heimavølli ímóti Turkalandi.

 

Hin er Hallur Hansson, sum hevur umboðað Føroyar 72 ferðir. Hann er so mikið álvarsliga skaddur í knænum, at hann neyvan verður førur fyri at spæla fótbólt aftur fyrrenn um eitt ár.